Føroya MC fer m.a. at sýna motorsúkklur fram hjá limum felagsins - bæði vanligar motorsúkklur og eisini súkklur frá kappingum í Føroyum og uttanlands. Motorsúkkluforhandlararnir MC-Sølan og AD-Import hava hvør sín bás við ymiskum frá teirra handlum.
Leygardagin endar tiltakið við PowerMeet fyri motorsúkklur í ymiskum støddum uttan fyri SMS kl. 12. Frá kl. 13-16 verður motorsúkklukoyring fyri børn á 4-hjólarum.