Tað sigur M.C. Restorff í samrøðu við Sosialin, sum seinasta fríggjakvøld fekk Ársins Tónleikaheiður á FMA.
Heiðurin fekk hann fyri at hava latið føroyingum ríkan sangskatt.
– Jú, hetta var fantastiskt at fáa, sigur hann.
– Kona mín hevði vitað tað síðan týsdagin í vikuni, og onkur hevði vitað tað síðan november. Men eingin hevði sagt nakað við meg. So eg bleiv fullkomiliga tikin á bóli, sigur hann og fortelur nærri um kvøldið og løtuna, tá hann fekk heiðurin.
– Eg hevði fingið at vita, at um man át á Angus, so rindaði matstovan fyri atgongd til FMA.
Tað billaðu tey mær inn, flennir hann.
– Tað passaði mær fínt at sleppa ókeypis inn at hoyra tey ungu stjørnuskotini framføra og síggja, hvør fór at vinna. Eg kendi onkran av teimum frammanundan, og tað hevði verið stuttligt, um onkur teirra vann. So eg fór glaður inn at lurta.
Men knappliga byrjaði sangurin »Føroyingar« at ljóma í Varpinum, og teksturin kom upp á stórskerm, so øll sungu við. Hetta kom heilt óvart á høvuðspersónin.
– Tá sigi eg við konuna, at hetta hevur nokk okkurt við meg at gera. Tástaðni, meðan vit sungu, so bleiv eg greiður yvir, at um eina løtu skal eg oman gjøgnum trappurnar og upp á pallin, sigur MC Restorff í samrøðu við Sosialin.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið – og haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo