MC-gudstænasta í Vági

Leygardagin 30. apríl skipa motorsúkkluklubbarnir Cross-Bikers MC Føroyar og Stormboys fyri MC-gudstænastu í Vágs kirkju. Skráin fyri dagin er fjølbroytt. Smyril fer av Havnini kl. 7 leygarmorgunin, og kl. 9.30 møtast motorsúkklurnar á Krambatanga. Fyrst verður koyrt til Sandvíkar og síðan til Fámjins, har vitjað verður í kirkjuni og felagssangur verður. Eftir tað verður koyrt gjøgnum bygdirnar Hov og Porkeri á veg til Vágs, har døgurði verður hjá Frelsunarherinum.

MC-gudstænastan í Vágs kirkju verður kl. 14, har presturin Patrick De Neergaard prædikar. Undir guðstænastuni verða trý lokal sanginnsløg við Hans Jakki Hjelm og Jens Johannesen, Evi Tommysdóttir Djurhuus við orkestri og Dagfinn Olsen og Hjalmar Magnussen, skrivar heimasíðan www.cross-bikers.com