McCain setir OL í vanda

Verður John McCain nýggjur amerikanskaur forseti, merkir hetta samstundis, at Chicago kann gloyma alt um at gerast OL-vertur í 2016. Tað er í øllum førum áskoðanin hjá enska BBC, sum grundar hetta við leiklutinum, sum McCain hevði, tá mutur-gøla tók seg eftir vetrar OL í Salt Lake City fyri seks árum síðani. Ta ferðina stóð McCain senatorur á odda fyri eini hoyring, har millum annað OL-forsetin, Juan Antonio Samaranch, varð innkallaður. BBC metir, at Samaranch tí undir ongum umstøðum fer at síggja positivt upp amerikanskt vertskap fyri OL, um McCain er amerikanskur forseti.