Bretski tónleikarin Sir Paul McCartney fer at órógva fyrireikingarnar hjá føroyska landsliðsspælaranum Johan Byrial Hansen og hansara liðfeløgum í AC Horsens undan dystinum ímóti B913 um vikuskiftið.
Orsøkin er, at Paul McCartney spælir tvær konsertir í Horsens í vikuni, og nógva virksemið rundan um konsertinar ger, at AC Horsens ikki kann nýta sínar vanligu venjingarvøllir. Tí mugu teir venja og fyrireika seg aðrastaðni til tveir teir avgerandi dystirnar um uppflytingina til superliguna.