Meðan kongurin varð lagdur

Eitt talv á Sandi er av. Páll á Reynatúgvu er farin frá sum borgarstjóri, og maðurin, ið skifti part, situr nú við borðendan. Men áðrenn fráfarni borgarstjórin steðgaði hesum talvinum, stjórnaði hann einum leiki, sum neyvan er sæddur á Sandi í nógv ár

Long tíð er gingin síðan eitt avgerandi talv byrjaði á Sandi.

Ilt er at siga, nær fyrstu leikirnir vórðu fluttir, tí fyrstu leikirnir vóru duldir og seinnu leikirnir hava ikki verið mann til mann, men heldur blað til blað.

Men eftir kommunustýrisfundin í gjár er greitt, at seinastu leikirnir í hesum talvinum eru gjørdir.

Páll á Reynatúgvu hevur nevniliga lagt kongin.

– So havi eg gjørt av at leggja frá mær sum borgarstjóri á Sandi. Ikki tí eg meti tað vera rætt ella rímiligt, men tí at politiski veruleikin nú gjørdist sum hann gjørdist.

Páll á Reynatúgvu lesur úr pappíri, hann hevur fyrireikað til endamálið. Hann sýnist vera avkláraður við støðuna í løtuni.

Brandur Sandoy hevur fingið lítla smílið, sum serliga sæst í eygunum, fram.

Nú veit sandsmaðurin við kubbutu røddini, at hann verður borgarstjóri.

Men áðrenn kongurin varð lagdur, og nýggjur maður varð funnin til borðendan í kommunustýrinum á Sandi, skuldi ein veruligur leikur vísast fyri teimum umleið 30 áskoðarunum, sum vóru komnir saman at síggja, hvussu leikur fór.


Moralurin farin

Longu áðrenn fundurin byrjaði var støðan spent. Tøgnin ræður millum fólkini í túninum hesar fáu minuttirnar í seks hetta mánakvøldið nærum tveir mánaðir eftir, at fyrsta brævið um kommununa á Sandi varð sent.

– Hetta hevur oyðilagt moralin í bygdini.

Ein sandsmaður harmast stórliga, áðrenn fundurin byrjar.

Úti er logn, og kalt er tað eisini. Og ongin í túninum veit akkurát, hvat fer at henda inni á fundinum, men øll vita, at tað fer spegla vakra veðrið á Sandi.

Avgerandi leikir í talvinum – sum tá tað byrjaði, hevði tøgnina og Postverk Føroya sum sterkastu vápnini, men nú er blivið til eitt opið stríð, sum forðar øllum sosialum tiltøkum í bygdini – skulu flytast.


Jokarar við útbúgving

So byrjaði leikurin. Pálli á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi, stjórnar leikinum.

Hann hevur sjálvur lagt skránna. Úr Streymonni verða tveir ekspertar drignir til talvborðið.

Grannskoðarin, Finnbjørn Zachariasen, skal greiða frá, hvussu fíggjarliga stýringin í Sands kommunu hevur verið seinastu níggju árini, meðan Páll á Reynatúgvu hevur sitið við borðendan, og Bjørn á Heygum, advokatur hjá Sands kommunu, hevur eisini fingið fundarboð. Hann er biðin at fortelja og tulka svar hjá Innlendismálaráðnum um gegni hjá borgarstjóranum, sum borgarstjórin sjálvur hevur spurt um.

Men fundurin byrjar ikki rættstundis. Meirilutin í kommunustýrinum er ónøgdur, og Fríði Nolsøe, kommunustýrislimur, hevur hondina uppi, áðrenn fundurin byrjar.

– Fleiri mál, vit hava biðið um, eru ikki á skrá.

– Men málini komu ikki inn, fyrr enn freistin var farin.

– Men vit vilja hava tey við á skrá.

Ósemjan millum borgarstjóran og Fríða Nolsøe verður standandi. Men borgarstjórin fær rætt, tí hann leggur skránna.

Borgarstjórin hevur staðfest sína støðu við borðendan, og teir umleið 30 áskoðararnir, sum flest allir stuðla Pálli á Reynatúgvu, sita og smílast eitt sindur nervøst.

Fundurin er jú nóg illa byrjaður.


Skuld

– Skulu vit ikki fáa gongd á fundin?

Maðurin við borðendan tímir ikki at bíða meir, og vil hava grannskoðaran at greiða frá fíggjarligu støðuni hjá Sands kommunu.

Men Poul Klementsen, komunustýrislimur í meiriluta, hevur fingið ov lítið at vita.

– Líka áðrenn vit byrja. Vit hava fingið ov lítið av tilfari, og kunnu tí ómøguligt gera viðmerkingar.

Hann vil ikki finna seg í háttinum, leikurin verður stjórnaður.

Men borgarstjórin ger skránna og hevur tí altíð fyrsta leikin, so grannskoðarin sleppur framat.

Niðurstøðurnar hjá grannskoðaranum eru greiðar. Sands kommuna hevur hildið tær skyldur, hon sjálv hevur lagt á seg, men hevur til dømis ikki goldið sín lutfalsliga part til Sandoyar Meginskúla.

Páll á Reynatúgvu vil reinsast fyri ákærurnar, at borgarstjórin hevur skuldina av, at Sands kommuna ikki hevur rindað sín part, og tulkar orðini hjá ekspertinum við tølunum.

–Bjørn á Heygum, advokatur, er tað rætt, at ein kommuna má halda sína fíggjarætlan?

– Jú.

Men Brandur Sandoy vil ikki, at hetta skulu vera seinastu orðini.

– Men er tað ikki eisini rætt, at kommunustýrið kann gera eina nýggja fíggjarætlan?

– Jú.

Advokaturin hjá Sands kommunu nikkar, meðan tað næstan ber til at síggja stríðið í luftini millum Brand Sandoy – sum síðan hann gavst at stuðla borgarstjóranum, hevur mist stuðulin frá teimum flestu, sum stillaðu hann upp – og Páll á Reynatúgvu, sum hevur mist stuðulin frá meirilutanum í kommunustýrinum.


Gegni

Nú eigur borgarstjórin aftur leik.

Bjørn á Heygum, advokatur, verður biðin at greiða og tulka tveir spurningar og tvey svar, sum Páll á Reynatúgvu hevur sett Innlendismálaráðnum og hevur fingið svar uppá.

Tó hevur borgarstjórin onki svar klárt til álvarsligastu ákæruna, um at hann setti sína egnu konu í starv sum leiðara fyri barnavernadartænastuna.

Advokaturin er byrjaður at greina fyrra spurningin, sum er ein generellur spurningur um gegni.

Um nær ein kommunustýrislimur er ógegnigur, tá játtan skal setast til stovnar, har teirra avvarðandi starvast.

Svarið hjá advokatinum verður tí eins generelt, sum spurningurin hjá Pálli á Reynatúgvu og svarið hjá Innlendismálaráðnum, hóast øll í størra salinum í bygninginum hjá kommununi vita, at veruligi spurningurin er, hvørt Páll á Reynatúgvu var ógegnigur, tá avgjørt var, at játtanin til tilhaldið, har kona Páll eisini fær løn, ikki skuldi skerjast.

Men svarið verður latið í mun til spurningin.

– Er talan um generalla viðgerð av játtan kommunalan stovn, so er ikki talan um ógegni, staðfestir advokaturin.

Páll á Reynatúgvu smílist til áhoyrararnar, men tað ger Brandur Sandoy als ikki.

– Hvat so, um spurningurin er, um at taka játtanina av?, spyr Brandur Sandoy

– Ja, tá nærkast vit einum marki, har tað fær fíggjarligan týdning fyri til dømis eitt húski, og tí nærkast tað markinum til ógegni, metir advokaturin.

Brandur Sandoy kennir seg aftur omaná, men Páll á Reynatúgvu er hinvegin sannførdur um, at ekspertarnir hava reinsað hann fyri ákærurnar.


Kongur lagdur

Maðurin við borðendan tekur orðið.

– Nú er punktið »møguligt val av borgarstjóra« á skránni.

Áhoyrararnir, sum dovnaðu eitt sindur, meðan ekspertarnir komu við sínum framløgum, ressast nú við.

Ein verjurøða byrjar. Páll á Reynatúgvu heldur seg ikki hava gjørt nakað skeivt í síni tíð sum borgarstjóri. Hann heldur ikki, at politiska støðan er so nógv broytt í mun til vanligt politiskt stríð, men ein munur er hesaferð: Kona og familja hansara eru drigin upp í politikkin.

So kemur niðurstøðan, sum fá roknaðu við áðrenn fundin.

– So havi eg gjørt av at leggja frá mær sum borgarstjóri á Sandi. Ikki tí eg meti tað vera rætt ella rímiligt, men tí at politiski veruleikin nú gjørdist sum hann gjørdist, lesur borgarstjórin úr pappíri, hesa seinastu aktina í partinum av leikinum, hann stjórnar púra einsamallur.

Nærum kirkjuliga tøgnin millum áhoyrararnar, sum hevur valdað seinasta langa tíman verður brotin. Tutl er allastaðni.

Brandur Sandoy fegnast. Boðini koma onkursvegna óvart á hann. Men smílið er ikki at taka feil av.

Páll á Reynatúgvu skrivar undir, at hann vil verða loystur úr starvi, og reisir seg úr sessinum við borðendan, har hann trúliga hevur sitið seinastu níggju árini.

Stóri maðurin í hædd og atkvøðum á Sandi er nú lítil. Reyði liturin í andlitinum útstrálar ikki viljan, hann ofta hevur gjørt, men heldur eina avmakt.


Nýggjur borgarstjóri

Eyðvarur Petersen, varaborgarstjóri, er nú virkandi borgarstjóri, og sessast við borðendan.

Virkandi borgarstjórin ger klárt til val av nýggjum borgarstjóra og vil hava uppskot.

– Eg skjóti upp Brand Sandoy.

Poul Klementsen er avgjørdur.

Hetta var tað fólk roknaðu við. Brandur skifti part fyri borgarstjórasessin, hann eisini ynskti beint eftir valið.

– Eg skjóti upp Olgu Fossdalsá.

Páll á Reynatúgvu ger sína fyrstu handling, sum vanligur kommunustýrislimur í nýggju ár.

So verður atkvøtt.

Fyrst, um Brandur Sandoy skal gerast borgarstjóri.

Fýra hendur fara upp. Tær somu fýra hendurnar, sum skrivaðu undir fyrsta brævið til Páll á Reynatúgvu at leggja frá sær.

Atkvøtt verður eisini fyri Olgu Fossdalsá. Tey trý, sum ikki stuðla Brandi Sandoy, koyra hondina upp.

Nú er Brandur Sandoy borgarstjóri á Sandi.

Og hansara fyrsta gerð sum borgarstjóri, er at biðja um, at fundurin verður avbrotin.

Við meirilutanum verður hetta staðfest.


Stríðið neyvan av

So hendi tað.

Nýggjur borgarstjóri er á Sandi, eftir nýggju árum við Pálli á Reynatúgvu.

Flestu áhoyrararnir tysja út. Tey illneitast longu í gongini.

Nøkur fá sita eftir. Spakuliga hætta tey sær at ynskja nýggja borgarstjóranum til lukku við sessinum. Tað ger fráfarni borgarstjórin ikki, og úr túninum hoyrist málageipan.

Ónøgdin er stór við hendingarnar. Talvið er av, men nýtt talv er longu byrjað. Fyrrverandi borgarstjórin situr einsamallur við umleið einum fjórðingi av øllum atkvøðum í kommununi uttan fyri vald, meðan nýggi borgarstjórin hevur stuðul frá meirilutanum av kommunustýrinum, men fekk til seinasta val bert 31 atkvøður.

Bygdin gongur nú í tveimum. Annað hvørt eru fólk við Pálli á Reynatúgvu ella eru tey ímóti honum. Men kongurin er lagdur og nýggjur maður situr við borðendan næstu trý árini, um hann ikki eisini eina ferð velur at leggja frá sær.