Meðan sárini bløða, klekir ørnabøga, svørð til svangan fund

    

Hergeir Nielsen
??????????????

Føroya land varð blakað út í stjórnarloysi fyri skjótt 2 mánaðum síðan.
Teymarnir vóru skryktir úr hondunum á røttu viðkomandi, og samfelagið hevur rikið fyri vág og vind síðani.
Búskaparligu avleiðingarnar koma nú undan kavi, og vit frætta um dagligar kostnaðarmetingar á hundraðtals mió.kr skeivu megin á fíggjarlógini.
Vit fingu eitt óvanligt løgtingval grundað á persónlig viðurskifti, og tykjast fara at fáa eina líka so óvanliga samgongu grundaða á somu persónligu viðurskifti.
Vit hoyra heimastýrisflokkarnir siga seg fara at víðka fagra nýggja heimastýrið við enn einum flokki, og vit hava hoyrt um eina borgarliga javnaðarstjórn, sum er um at koma í eygað.
Á Norðatlantsmótinum eru menn í fullum álvara í ferð við at skipa seg í einum heilt serligum konglomorati av høgra-, vinstra-, frælsis- og sambandspolitikki, har eingin veit frá øðrum at siga.
Vit eru føroyingar serstøk tjóð - ja, so serstøk, at tá aðrir lótu lív í frælsstríðum, reistu vit eitt Kongaminni. Kongaríkið okkara skipar seg nú undir einari felags ES- grundlóg, og vit føroyingar verða meira dreivaðir enn nakrantíð.
Danski forsætismálaráðharrin er longu vorðin partur av samráðingunum. Hann segði á tíðindafundi, týsdagin 27. januar, at allar avgerðir Føroyum viðvíkjandi skuldu takast við støðið í donsku grundlógini og innan fyri danska ríkisfelagsskapin, sum jú endar innan fyri ES fyrsta dagin.
Hetta merkir, at teir tríggir nýggju heimastýrisflokkarnir koma at binda okkum innan fyri danskan ríkisrætt fyri tíð og ævir, og koma so eisini at enda alt tjóðaskaparstríð á hesum klettum.
Ikki kemur í kór, tað ið sjálvt vil fara í flór, er gamalt sagt, og sjálvandi endar so eisini Merkið millum ulpurnar í forkirkjuni og annar dúkur har inni, ið steinur brestur fyri manna tungu.
Soleiðis ílatin verður tann serliga føroyska kirkjan hjá teirri serstøku føroysku tjóðini.
Ramliga varð tikið til orðanna, tá Megineinkjan lat sínar túsund røddir kvøða:

"Meðan sárini bløða,
klekir ørnabøga,
svørð til svangan fund."

Hugsið tykkum nú væl um - tit í Fólkaflokkinum, tí nú rekur á kíkin.
Høggið ikki sár í sár, men vendið hin kjálkan til, og latum okkum taka upp annan tátt til gagns fyri land og fólk í komandi tíðum.
Latið ikki brunnið tvøst vera tykkara merkið, men leitið aftur til røturnar í tí radikala sjálvstýrinum, og søkið onnur hægri virði enn bert at selja grýn á tingi.