Meðan vit bíða eftir Pandemonium

Í hesum døgum situr mangur tungmálmsfjeppari í spenningi og bíðar eftir at Føroya myrkasti, óndasti og sjúkasti bólkur, SIC, letur fløguna Pandemonium frá hondum.

 

Men hóast fløgan ikki verður at finna í sølubúðinum fyrr enn 26. februar, kunnu SIC-fjepparar leita inn á alnótina eftir eini smakkiroynd.

 

Bólkurin SIC hevur veruliga spílað seg út við hesi útgávu. Limirnir hava lagt nógva orku í at gera eina dygdargóða fløgu. Bólkurin hevur verið í Danmark og framleitt fløguna, og nú styttist til útgávudagin. Men longu nú kanst tú fáa eina smakkroynd av tónleikinum. Hetta kanst tú gera við at leita inn á myspace síðuna hjá SIC (www.myspace.com/sicsix6). Har kanst tú lurta eftir lagnum I-One sum verður seinasta smakkiroyndin, áðrenn spennandi fløgan kemur á marknaðin.