Um tað verður við krúnu á høvdinum ella blómum í hárinum, at Medina trínur á kongaliga pallin á Frigg í mai er óvist. Men eitt er vist. Hon er danska poppdrotningin og hevur sínar bestu troppar aftanfyri ljóðførini, tá hon fer at fylla vøkru viðarlundina við sínum vælumtóktu sangum, framførslu og dansi.
Tað
verður eitt brak, sum sjáldan er hoyrt ella sætt áður, lovar 31 ára gamla daman, sum øll tosa um, elska og vilja uppliva, nú hon aftur er í stórformi og aktuel við nýggjari fløgu.
Seinastu mánaðirnar hevur danska songkvinnan hittað við staklagnum “Jalousi”, sum rakk ovastu rók á donsku hittlistunum uppá fáar dagar. Og við 1.8 mió streams uppá einans 3 vikur er Medina størsta navnið í Danmark í løtuni.
Við stórum og vøkrum orðum og útseldum konsertum í vetur hevur Medina fingið top karakter frá ummælarnum og hennara fjepparum. Síðst í 2013 var Medina á konsertferð kring Danmark við heitinum “Tæt på”.
Danska sangstjørnan vísti eina nýggja síðu av sær sjálvari, har hon spældi 18 akkustiskar konsertir. Hóast hon er kend fyri sítt popp og diskoljóð, hevur danska listakvinnan megnað at skrúða niður fyri tempo og upp fyri nærleikanum. Og tað er hon komin væl frá. Medina er populerari enn nakrantíð, og mánadagin verður hon aktuel við nýggjari fløgu, sum hóast tað akkustiska ljóðið hevur fingið nøkur verulig beat, soleiðis at dansigólvið ella fyri tann skuld grøni kongsgarðurin í mai fer at runga við. Sambært Medinu er hetta ein dreymur hon hevur havt, líka síðani hon hoyrdi Nirvana unplugged á MTV sum heilt ung. Men Medina fer kortini ikki at spara uppá orkuna, tá hon trínur á pallin á Frigg Festivalinum, sum er tann fyrsta í eini røð av einans sjey ígjøgnum danska summarið.
Tann fyrsta konsertin er altíð nakað heilt serligt og tískil verður Frigg konsertin í Kongens Hava eitt veruligt brak við tí besta av tí allarbesta, lovar Medina, sum hevur sterkastu manning handan ljóðførini. So tað tað kann ikki annað enn verða friggin kul, tá norðurlendska kærleiksgudinnan Frigg kann rópa til tað heitu syngjandi poppsólina “Velkommen til Medina”.
Hesum boðar Frigg festivalurin frá í kvøld.