Lagt er upp til ta stóru tónleikaligu upplivingina, tá eitt tað kendasta navnið í donskum tónleiki Medina skal syngja á eini uttandura konsert í Vágsbotni.
Tað er tónleikafyriskiparin Rúni Djurhuus sum hevur fingið Medinu hendavegin. Konsertin verður í Vágsbotni leygarkvøldið 30. juni, har Medina og eisini fleiri onnur kend nøvn fara at framføra sín tónleik. Konsertin byrjar klokkan 15 og endar klokkan 03.
Medina sum er fødd Andrea Fuentealba Valbak í 1982 gav sína fyrstu fløgu út í 2007, men gjørdist ikki rættiliga kend fyrrenn næsta fløga hennara kom út í 2009.
Her var tað serliga lagið Kun for mig, sum kom á eini stakfløgu árið fyri, ið gjørdist mest selda fløgan hetta árið í Danmark.
Hon hevur síðani vunnið fleiri heiðurslønir hjá Danish Music Awards og Danish DeeJay Awards, eins og hon hevur hevur 10 løg á danska stak-hitlistanum.
Nevnast kann at Medina í fjør gav út stakfløguna For altid, sum var væl fagnað av fólki. Fyri hesa fløguna vann hon eina platin-heiðursløn, sum tann einasta kvinnan hetta árið.
Meiri fæst at vita um konsertina á heimasíðuni voxbotn.fo.
(sí videolagið "Kun for mig" niðanfyri)