»Meg minnist eina mynd« fyrstu ferð í Barnaútvarpinum

Yrkingin hjá Hans Andreas Djurhuus, sum Jógvan Telling setti lag til, var fyrstu ferð at hoyra alment í Barnaútvarpinum á sumri í 1977

Í dag fyllir Jógvan Telling Joensen, tónleikar og tónaskal, 75 ár. Í eini heilsan til hansara skrivar Marius Rein, sum í mong ár var teknikari í Útvarpi Føroya, um sangin »Meg minnist eina mynd«, sum hann sigur fyrstu ferð var at hoyra í Barnaútvarpinum hjá Kristonnu Jespersen í 1977. 

Marius Rein greiðir frá, at hann og Kristianna Jespersen, sum doyði 37 ára gomul í 1982, tóku sær av barnaútvarpinum hesa tíðina.

Marius Rein greiðir soleiðis frá:

– Meg minnist eina mynd, sangurin hjá Jógvan Telling Joensen, sum ljómadi í útvarpinum júst nú, Jógvan fyllur 75 i dag.

Árini meðan Jógvan las hevði hann lestrasstarv í útvarpinum, soleiðis eisini á sumri í 1977. 

Kristianna  Jespersen, sála, og eg tóku okkum av barnaútvarpinum, og ein týsdag í juli mánað, eg hevði summarferiu og arbeiddi upp á húsini sum vit bygdu, kom Kristianna niðan til min at tosa um barnautvarpssendingina hetta kvøldið. 

– Eg mælti henni tá til at orða við Jógvan um onkran sang, og eisini Elin Heinesen var í útvarpinum hetta summar, og bað eg Kristiannu um at fáa hana at lesa okkurt. 

– Væl bar til. Í barnaútvarpinum hetta kvøldið hoyrdist fyri fyrstu ferð sangurin »Meg minnist eina mynd«, sum Jógvan og Elin sungu. 

Til lukku við teimum 75 Jógvan, skrivar Marius Rein.