Meginparturin av flotanum liggur

Fiskamarknaður Føroya sigur í sínum metingum fyri næstu viku, at øll línuskipini liggja við bryggju.

- Vit vænta ikki, at skipini fara út fyrr eftir nýggjár. Roknað verður heldur ikki við nøkrum stórvegis útróðri í næstu viku, og í endanum av vikuni verður streymurin vánaligur, sigur marknaðurin.

Lagt verður aftrat, at allir djúpvatnstrolarnir liggja, men møguliga fer onkur út eftir jól.

- Allir partrolararnir liggja, men møguliga fer onkur út eftir jól.

Lagt verður aftrat, at trolbátarnir liggja, og tað er eisini hugsandi, at onkur loysir millum jól og nýggjárs.

Um garnaskipini verður sagt, at tey trý fiska havtasku og landa ætlandi seint í vikuni sum kemur.