Seinnapartin tók Bryne uttan Noah Mneney í hópinum móti Meinhard E. Olsen og liðfeløgunum í Mjøndalen í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Bryne vann dystin 1-0 við einum máli, ið Duarte Moreira skoraði longu í ellinta minutti. Meinhard spældi allan dystin.
Bryne er fjórðfremst í deildini við 12 stigum. Mjøndalen er nummar 12 við seks stigum.
Gullbrandur Øregaard var á vøllinum allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF máttu leggja rygg til stórtap 1-5 fyri Sogndal á útivølli.
Longu tá ein hálvur tími var leiktur var Sogndal á odda 3-0, og í steðginum var heimaliðið á odda 4-0. Tá eitt korter var eftir eydnaðist tað Artan Memedov at minka um munin til 1-4 áðrenn Sogndal staðfesti sigurin.
Sogndal er triðaftast í deildini við seks stigum.
Komandi hósdag klokkan 16 tekur Mjøndalen móti Åsane. Sama dag klokkan 17 tekur Sandnes móti Bryne í einari lokaluppgerð í Rogalandi.