Meir demokrati á Vaglinum – og borgarafund um miðbýin nú

Tað er týðilig órógv og ónøgd millum vinnurekandi og havnaborgarar um alt tað, sum býráðið meldar út og hevur sett í gongd í miðbýnum. Vit eru mong,  ið eru sera góð við miðbýin, vanligir borgarar og handilsfólk. Og vit eru eins mong, ið als ikki kenna okkum trygg við tað, sum gongur fyri seg. Tað gongur ov skjótt, broytingarnar eru so ógvusligar, og hvørki vit í minnilutanum og enn minni vanligi borgarin kennir seg nóg væl kunnaðan ella hoyrdan.

 

Hóskvøldið 29/9 atkvøddi meirilutin ímóti okkara uppskoti um at halda ein borgarafund nú og bíða við at gera nýggja byggisamtykt fyri økið við gamla Bakaríið hjá Frans, inntil heildarætlanin fyri miðbýin, sum Osbjørn Jacobsen arkitektar arbeiða við, er komin. Men tað varð felt, og byggisamtyktin varð broytt. Og eftir standa nógv ivamál og ósvaraðir spurningar, eisini frá teimum, ið hava sent hoyringssvar inn.

 

Tað undrar stórliga, at man biðjur arkitektar koma við heildarætlan fyri miðbýin í desember, og samstundis sum hetta arbeiðið er í gongd, so verða byggisamtyktir fyri miðbýnum broyttar og Vaglið verður brotið upp fyri at gera eina kunstiga á! Hetta hongur snøgt sagt ikki saman. Eisini er tað áhugavert, at arkitekturin einans skal koma við uppskoti um økið frá Steinatúni og oman. Man ynskir altso ikki at vita, hvat arkitekturin hugsar um at staðseta stórt P-hús við Bøkjarabrekku?!

 

P-húsið við Bøkjarabrekku. Hóskvøldið var eitt gott mál samtykt. Nevniliga avtalan millum landið og TK um at landið fær Venjingarskúlan, og TK fær Hoydalar. Í hesum liggur, at øll umsitingin hjá TK skal flyta út í Sjóvinnuhúsið í 2024. Um stutta tíð verða sostatt í minsta lagi 100-120 færri bilar á Skálatrøð og í miðbýnum, tí bilar hjá starvsfólki hjá TK koma at standa úti á Vestaru Bryggju.

 

Hevði tað ikki verið uppá pláss at hugsa hesa broyting inn í býarplanleggingina OG kanna veruliga p-tørvin í miðbýnum? Og so bíða við einum møguligum P-húsi til vit vita betur hvussu tørvurin sær út um 1-2 ár? Tað er ein løgin hugur at trumfa so ógvusligar og ópopulerar ætlanir ígjøgnum uttan at hyggja fram í tíðina. Og uttan at lurta eftir andstøðu ella býarbúgvum/grannum - sum eru komin við nógvum og sakligum mótargumentum. Alt hetta mál hevur verið illa handfarið og borið brá av ódemokratiskari prosess. Eitt so ógvusligt inntriv í býarkjarnuna krevur at man lurtar, steðgar á og vísir eyðmýkd.

 

Tórsgøta. Fyrst ætlaði borgarstjórin at selja allan miðbýin, so var tað slett ikki tað hann hevði sagt, og at enda hevði hann avsannað seg sjálvan minst tríggjar ferðir. Men herfyri boðaðu óð og ørkymlað handilsfólk í Tórsgøtu okkum frá, at danskur ognarmeklari kom inn til handlar og leigarar í miðbýnum fyri at skoða bygningarnar! Uttan at handilsfólk og leigarar, ið sjálvi eiga ella lógliga leiga ognirnar, hava hoyrt orð ella eið frá TK um, hvat hetta snýr seg um. Tey vita enn ikki um tey eru keypt ella seld.

 

Í Dr Jacobsensgøtu eru byggisamtyktir tulkaðar og tambaðar, so annað enn handils- og útatvent virksemi (sum byggisamtyktin ásetir) er loyvt í summum bygningum í gøtuni. Tað hevur tikið mong ár og tógvið stríð at skapa eina so hugnaliga handilsgøtu sum vit nú hava í Dr Jacobsensgøtu og sum skilligt er, eru hini handilsrekandi ørg og ørkymlað. Kann býráðið nú nokta komandi umsóknum undantak frá útatvendum virksemi? Og hvussu leingi afturat hava vit so eina handilsgøtu?

 

Frúutrøð er eitt deiligt býarrúm, sum vit ætlaðu skuldi hýsa Býarsavni og 10-15 eldraíbúðum. Hetta økið varð avhendað Almannaverkinum mitt í summarferiuni. Leigumál á 5 ár skulu leggjast fyri býráðið, men fyri at sleppa undan at fara í býráðið er leigusáttmálin galdandi í 4 ár og nakrar mánaðir. Har var ongin nevndarfundur, bert vóru fíggjarnevndarlimir bidnir um skrivliga at taka undir við tí. Málið er ongantíð komið inn í okkara felags skipan, so býráðslimir hava tí onga kunning ella málslýsing sæð viðv. hesum máli. Enn eitt dømi um at demokratiskar mannagongdir verða settar til viks.

 

Sum prikkurin yvir hetta i’ið hevur meirilutin nú eisini endaliga avtikið Býarsavnið, og ongi starvsfólk, ongin játtan og onki virksemi er nú eftir. Flott arbeiði!

 

Í Álakeri er nýggi bátahylurin við at vera liðugur, og nógv er gjørt burturúr at tað skal skipast sum eitt nýtt maritimt trivnaðarøki við gøtu fram við sjónum og við einum torgi/uppihaldsøki. Meirilutin samtykti hóskvøldið at loyva bygging á hesum einasta uppihaldsøki – hóast býararkitekturin greitt vísti á tað óhepna í at missa torgið. Nú verða bygningar staðsettir heilt út til sjóvarmálan og eftir er bert p-pláss og onki hugnaligt torg, har fólk kunnu samlast um bátalív. Hetta hóast vit í andstøðuni gjørdu alt vit kundu, fyri at fáa tey at steðga á og royna at finna aðra staðseting til bygningarnar. Uttan torgið  og savningarstaðið er  stórur vandi fyri at vit ikki fáa tað hugnaliga trivnaðarstaðið, í hesum øki, sum vit hava brúkt 40-50 mió uppá.

 

---

 

Dømini eru mong, og her eru nevnd nøkur dømir um avgerðir og arbeiðshátt, ið sermerkja sitandi meiriluta, og sum ikki tæna teirra eftirmæli til sóma. Tað vendst ikki aftur, tá øll hesi mistøk eru gjørd.

 

Hóast vit undirritaðu hava tikið undir við fleiri av nevndu málum, (í baksýni høvdu fleiri okkara kanska ikki gjørt tað í dag) – so er tað fyrst og fremst hugburðurin og einaræðisligi arbeiðshátturin hjá býráðsmeirilutanum, sum vit finnast at.

 

Tað er gjøgnumgangandi, at meirilutin ikki hevur áhuga í at lurta eftir øðrum sjónarmiðum í nøkrum máli. Vit í andstøðuni telja hóast alt 6 av 13 í býráðnum, men vit fáa so at siga ongantíð undirtøku fyri nøkrum máli ella broytingaruppskoti. Hóast vit taka undir við allarflestu av teirra uppskotum.

 

Vit halda veruliga tað hevði klætt meirilutanum - og ikki minst hevði tað tænt býnum og øllum borgarum - at hálsa um og uppført seg meir demokratiskt. Og at halda ein borgarafund um miðbýin nú hevði verið eitt gott og neyðugt fyrsta stig. Greiðar framløgur frá umsitingini høvdu givið borgarum betri innlit og høvið at sett politikarum og umsiting allar teir spurningar, tey sita við.

 

Tað tykist sum man hevur okkurt at goyma, tá man ikki vil hitta borgaran og leggja allar ætlanir fram á torg.

 

Vit eru samd í teimum røddum, ið hava talað fyri at skipa ein sterkan og breitt umboðandi (mið)býar-áhugabólk við handilsrekandi, miðbýarbúgvum og øðrum borgarum við áhuga fyri býnum. Slíkur bólkur kann sum tað fyrsta skipa fyri einum almennum fundi og bjóða politikarum og umsiting at møta upp og leggja sínar ætlanir fram.

 

Gunvør Balle, Elsa Berg, Jákup Dam, Annika Olsen og Ruth Vang