Skaldskapur á føroyskum fær nú eitt nýtt forum. Í næstum fara teir báðir ritstjórarnir Arnbjørn Ó. Dalsgarð og Oddfríður M. Rasmussen undir útgávu av tíðarritinum Vencil, sum inniheldur upprunaføroyskan og týddan skaldskap á bundnum og óbundnum máli. Tíðarritið fer at koma út tvær ferðir um árið við fyrstu útgávu í september.
Bara tað besta
Endamálið við nýggja tíðarritinum er at birta upp undir hugin og menna førleikan hjá fólki at lesa skaldskap á føroyskum, samstundis sum tað skal eggja rithøvundum og týðarum til at skriva meira og betri, siga ritstjórarnir. Teir ivast nevniliga ikki í, at tað finnast nógvir góðir føroyskir høvundar, sum vit ikki vita um, tí eitt hóskandi forum at sleppa framat hevur vantað.
- Tað eigur ikki at vera neyðugt at hava eina heila bók klára til prentingar, fyri at gera vart við seg sum rithøvund. Fyri nógv kann ein slík útgáva tykjast so møtimikil, at hon kanska verður av ongum. Eisini taka størri útgávur ofta langa tíð, tí høvundar jú oftast vraka nógv tilfar, áðrenn teir eitt nú geva eitt yrkingasavn út. Men tað eigur ikki at forða tí einstøku yrkingini at koma út, sigur Arnbjørn Ó. Dalsgarð.
Tað vil siga, um dygdin er í lagi. Ritstjórarnir eru sannførdir um, at skal tað bera til at bjóða lesarum dygdargóðan skaldskap á føroyskum, eigur skaldskapurin at verða virðismettur eftir dygd. Tí tilskila teir sær rætt til at velja og vraka í innkomna tilfarinum og bert at prenta tað besta. At júst tann spurningurin ofta kann gerast viðkvæmur, er Arnbjørn greiður yvir, men spyr hinvegin, hvat alternativið er?
- Um alternativið til at velja út er at prenta alt, missir okkara tilboð av dygdargóðum skaldskapi á føroyskum sína meining, og vit høvdu neyvan gjørt nøkrum nakra tænastu heldur, sigur Arnbjørn, sum heldur seg síggja ov nógv syndarlig dømi um føroyskar útgávur, sum mestsum ikki tykjast at hava verið gjøgnumlisnar, áðrenn tær fóru til prentingar.
- Fólk skulu kunna krevja nakað av Vencil, og tað kann bara eggja høvundum at arbeiða meir við tilfarinum, um teir vita, at tað seriøst verður mett um dygdina, heldur Arnbjørn og leggur afturat, at øll sum senda inn tilfar, ið ikki verður tikið við, fáa eitt grundað svar.
- Fólk kunnu ikki vænta sær beinleiðis skrivivegleiðing frá okkum. Men vit kunnu í øllum førum lova, at tilfarið verður viðgjørt gjølla og fara at royna at koma við góðum ráðum, sigur Arnbjørn.
Íblástur útifrá
Umframt møguleikan at gera vart við seg, fáa høvundarnir, ið fáa innivist í tíðarritinum, eina rættvísa samsýning fyri sítt tilfar, sum kann metast við líkandi samsýningar aðrastaðni. Hetta meina ritstjórarnir avgjørt er neyðugt, um Vencil í longdini skal kunna varðveita eitt høgt støði. Eisini halda teir, at tíðin má vera komin, at høvundar fáa lut í eitt sindur av tí peningi, sum fellur til bókaútgávur.
Nýggja tíðarritið fer ikki bara at savna seg um at prenta upprunaføroyskt tilfar. Eftir ætlan verður umleið ein triðngur av hvørji útgávu týðingar av útlendskum bókmentum. Arnbjørn ímyndar sær, at týðingarnar skulu virka sum umboð fyri eitt breitt úrval av dygdarbestu heimsbókmentum, og harvið kunnu geva íblástur og stimbra ein javnt høgt støði. Millum annað fyri at boða frá hesum altjóða dámi, hava ritstjórarnir valt at stava Vencil við c í heitinum á tíðarritinum, sum annars er uppkallað eftir føroyska málfaðirinum V.U. Hammershaimb, hvørs fulla navn var Venceslaus Ulricus Hammershaimb.
Sum nevnt fer Vencil at innihalda skaldskap á bundnum og óbundnum máli. Okkurt essay verður eisini at síggja umframt temarøðir, men tíðarritið fer ikki at hýsa bókmentaviðgerðum eins og teimum, sum í stóran mun seta dám á Outsider Magazin. Tí er Vencil heldur ikki at meta sum kapping við men heldur sum eitt ískoyti til Outsider, sum Arnbjørn heldur kann sigast at hava slóðað vegin fyri einum tíðarriti sum Vencil.
Evstamark at senda inn tilfar til fyrstu útgávuna av Vencil er 1. august, men til ber longu nú at frætta nærri við at venda sær til ritstjórarnar á teldupost vencil@lycos.com. Um ein góðan mánað vænta ritstjórarnir, at heimasíðan hjá nýggja tíðarritinum verður klár.