KONSERT/UMMÆLI
Tað regnaði, regnaði og regnaði. Men fyri nøkur bilar regnið einki. Fyri onnur broytist veðrið.
So var hon aftur á skránni. Hendan serliga ólavsøkukonsertin. Føroyingar í túsundtal savnast til hesa størstu einstøku tónleikaligu hending. Tað vil siga fyriuttan G!, Prix og alt annað stórri tiltøk við fleiri konsertum. Fyri tað nógva var veðrið keðiligt, og tað setti tíðanverri sín váta dám á.
Kommunuskúlagarðurin er ikki at kenna aftur, tá ólavsøkukonsertin verður hildin. Brádliga gerst óhugaverdi miðgarðurin í høvuðsstaðnum til rokkvøll. Garðurin, sum hevur heiðurin at vera ballón og tombola mekka á ólavsøku, er eitt kvøld størsti rokkpallurin í Føroya landi. Hetta er eisini tann tíðin, tá tað kennist rætt at skriva og tosa um hesa einu hending um árið.
Fyri nøkrum árum síðani varð konseptið fyri konsertina broytt. Samtundis varð flutt niðan í Kommunuskúlagarðin. Teir bestu bólkarnir sleppa á pallin, og tað er eisini rætta leiðin: Bestu bólkarnir bestu tíðina á árinum. Og fyri at savna fólkið hava fyrireikarnir funnið nakrar av teimum kendastu bólkunum fram ? ikki minst fyri at savna eldri áhoyrarar. Og fyri at sláa hetta fast, var prísurin á atgongumerkjum hálaður upp um tveyhundrað krónur. Føroyingar eru vanliga ikki glaðir fyri at gjalda nógv til hvønn annan. So nothing but the best verður kravt afturfyri. Tað er at fegnast um, at ólavsøkukonsertin er komin hartil, at dygdin verður sett í hásæti. Og tað er við teirri fortreyt, at vit nú ferðast millum tónleikaelituna, at vit loyva okkum at finnast at og rósa. Frá teimum kunnu vit krevja nakað.
Men hvat er ólavsøkukonsert. Hevur hon ta tign, sum nøkur vilja knýta at henni? Eitt sunnukvøld í Havn, har øll vertshús lata aftur á midnátt, er heimurin opin fyri teimum við gulum armbondum. Hevur tú armbandið, so sleppur tú undan at standa uttanfyri garðin, og harvið - meira ella minni ? uttanfyri býin. Tað er hetta, sum gevur fyrireikarunum fíggjarligt avkast, men tað er samstundis hetta, ið er tað mest undarliga við ólavsøkukonsertini og tann størsta avbjóðingin fyri fyrireikararnar. Um trýtúsund fólk vóru til staðar hettta kvøldið, men hvussu nógv lurtaðu? Tað er ein ávís líkasæla millum fólk, sum ger ólavsøkukonsertina ? hóast stór ? til eitt sindur av tónleiki afturvið tí sosialu stórhending, ið ólavsøkan er. Tað skal heldur skiljast soleiðis, at nú skulu allir ólavsøkugestir brádliga steðga upp og lurta í sjey tímar. Tað er meira at tilpassað konsert og fólk. Tað sigur eisini eitt sindur, at ólavsøkukonsertin er ein sjey tímar long framførsla.
Marknaðarføringin er eisini vorðin munandi meira sjónlig, og roynt verður óivað at gera hetta kvøldið til nakað serstakt ? serstakliga spennandi. Men soleiðis er ikki. Eftir fleiri ár í Kommunuskúlagarðinum eigur ólavsøkukonsertin at finna útav, hvat hon er fyri nakað. Skal tað vera kent føroyskt, danskir úrmæligar, bæði tvey ella okkurt heilt annað. Hetta sakna vit, at funnið verður útav. Sunnukvøldið var tað ov nógv ein blandingur av pallskiftum og donskum tónleikarum, sum megnaðu at fáa túsundavís av fólki at vísa fullkomna líkasælu. Hetta fær okkum at seta spurnartekin við, hvat hendan konsertin veruliga er verd. Nakrar klokkur eiga at ringja, og tær ringja mestur fyri einum knock-out til tey ókendu sæð við vanligum føroyskum brillum. Heldur onkra upphiting og so kanska einar tríggjar-fýra bólkar við breiðari appel og mest av øllum einari ordiligari framførslu. Dygdina á einstøku tónleikarunum skulu fyrireikararnir nokk finna, men metingin frá teimum trýtúsund er erindarleys, og sigur meira enn nakað annað, og hon skal viga tungt ? rættiliga tungt.
Ein bólkur, sum dugdi við fjøldini, var All That Rain. Hesin her rokkbólkurin, sum strýkur avstað við fullari ferð, er ótroyttiligur. Tað er líkamikið, um tað eru trý ella trýtúsund fólk tilstaðar ? tað koyrir bara. Eri ikki teirra størsti fjeppari, men tað var eg á ólavsøkukonsertini. Umframt ein nýggjan ljómborð spælari varð eisini maðurin við nummar tíggju á rygginum settir á liðið. Hanus G. Johansen fekk fólkið at syngja við, og tey kundu ikki fáa nokk av honum. At seta Hanus á liðið sigur so mikið um All That Rain, at teir hava skil fyri at framføra, og eitt pláss eitt sindur fyrr næsta morgun hevði ikki verið tað bíttasta komandi ár.
Fólk, sum rokna við, at vit fara at gjøgnumganga, allar framførslunrar, mugu heldur lesa tað onkra aðrastaðni. Tí hóast ólavsøkukonsertin eru nógvir bólkar, so er tað framvegis ein konsert. Og bíligu niðurstøðuna við, at okkurt var gott og annað minni gott nýta vit eisini her, men talan er framvegis um eitt tiltak, sum ikki nøktaði okkara góðsku tørv.
Fleiri bólkar vóru kortini góðir. Headache Blues Treo og Deja Vu tóktist at vera væl fyri og góvu nakað spennandi til tiltakið. Stóra skuffilsið var sum nevnt Troels Skovgaard og RoWan. MC Hár høvdu ringt við at fylgja stóru framførlunum frá undanfarnum árum, men teir eru altíð spennandi á einum ólavsøkupalli. Men hvar var tað gøtiska, sum ein tónleikari tók til herfyri. Førandi tónleikarákið í Føroyum var ikki umboða á ólavsøkukonsertini. Løgið.
Men tað regnaði kortini nakað illa. Men veðrið skiftir. Og veðrið broytist eisini fyri navnframum frændum og føstufressum. Tað er sum um, at konsertin er soleiðis, at bíðað bert verður eftir til hesir savnandi fólkakæru bólkarnir koma á pallin. Nú hava Frændur verið nógv við á ólavsøkukonsert seinastu árini, og tað hevur ikki altíð verið líka spennandi at uppliva tann elda bólkin. Tað hevur verið við rullandi útskifting við nøkrum monnum, sum tykjast eldri. Men so var ikki á ólavsøkukonsertini 2003. Frændur eru bara for feitir, tá tað snýr seg um Føroyar og føroyingar. Onkur nýggjur sangur rakti heilt við síðuna og minti á, at stórheitstíðin er við løgum fyri nøkrum árum síðani.
Hóast orðini kunnu tykjast nakað neilig í hesari greinini, so skal eingin ivast um, at løtuna við Frændum var ein rein njóting. Aðrir bólkar vóru góðir, men Frændur vóru saman við Hanus Johansen, hvat hendan ólavsøkukonsertini fekk við sær oman í býin av jaligum áskriftum.
Og so var tíðin búgvin til Terja og hansara føstufressar. Og tað var so deiligt at hoyra og uppliva. Øll tey kendu løgini við nøkrum av bestu tónleikarunum í Føroyum. Soleiðis skal tað vera. Hetta var tað, fólk vildu hoyra, hóast framførslan ikki var so vøkur fyri eyga, men tað ger ikki so nógv, tá tað eru føstufressar, talan er um. Og tað gekk fínt...
Men tað endaði brátt. Terji segði seg ikki kunna klára meira ? týðuliga keddur av tí, og so var konsertin brádliga liðug. Ein endi, sum heilt einfalt ikki hoyrir heima á einari tílíkari konsert. Ein come-back, sum var betri ógjørt. Tað eru uttan iva nógvar frágreiðingar, umberingar og misskiljingar um tilburðin. Men vit sum áhoyrarir kunnu ikki liva við hesum.
Vit vinna als ikki nakra virðisløn fyri at siga, at ólavsøkukonsertin er nakað sertstakt ? men tað er hon. 27. juli er bara ikki tann sami uttan ólavsøkukonsertina. Soleiðis er tað bara. Fyri so nógvar pengar og nógv regn vilja vit tó upplivað nakað afturat. Konsertin eigur at verða skipað betri. Eitt tílíkt sunnukvøld sum seinasta sunnukvøld er konsertin meira neyðug enn nakrantíð.
Hóast onkur var framúr, so kann samlaða niðurstøðan ikki liggja á sama støði. Saknurin var ov stórur.