FLOGBÓLTUR
Í stutta steðginum millum annað og triðja sett í mansfinaluni vóru í skundi sett fram eitt borð og tveir stólar, so formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, og stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge, kundu fáa sett sínar undirskriftir á ein stuðulssáttmála, ið sostatt heldur fram eitt ár aftrat.
– Hesin sáttmálin tryggjar okkum, at vit framvegis kunnu vera við í altjóða kappingum. Innihaldið í sáttmálanum koma vit serliga at brúka í ungdómsarbeiðinum, har vit hava unglingalandslið, U17 og U19, sum kunnu fara út í heim at kappast, sigur Magnus Tausen.
– Vit vilja øgiliga gjarna út í heim við okkara flogbólti, tí tað styrkir hann nógv, og har er Atlantsflog ein góður samstarvspartnari at hava. Vit hava valt at hava tveir stórar stuðlar, har Eik Banki er høvuðsstuðul og Atlantsflog hjástuðul. Hetta er eitt konsept, okkum dámar væl, og sum fíggjar okkara virksemi øgiliga væl.
Vil stuðla landsliðum
Frammanundan hava Flogbóltssambandið og Atlantsflog samstarvað í tvey ár við hesi serligu avtaluni, umframt at Flogbóltssambandi frammanundan hevur verið partur av samlaða ÍSF-sáttmálanum. Og hetta er eitt samstarv, Atlantsflog er fegið um at hava:
– Vit eru yvirhøvur øgiliga hugaðir at stuðla landsliðsarbeiði í Føroyum, tí tað hevur eina altjóða dimensjón, har teir føroysku spælararnir sleppa út í heim at menna seg, samstundis sum vit eisini fáa útlendingar hendavegin. Hetta styrkir um ferðsluna, men tað mennir eisini vitanina um Føroyar og setir Føroyar á heimskortið, sigur Magni Arge.
– Í hesum føri fer tað mesta av stuðlinum til at stuðla upp undir tey yngru landsliðini, sum royna seg í kappingum, og tað meta vit vera eina góða gongd fram á leiðini at menna føroyskan landsliðsflogbólt uppaftur meira, tí vit hava stóra virðing fyri tí arbeiði, sum Flogbóltssambandið hevur gjørt og teimum úrslitum, sum eru fingin.