Meira av Elini og Óli kemur aftur á fløgu

Hetta er triðja útgávan av gomlu sendingunum hjá Elini og Óla. Talan er um barnasendingar frá sjeytiárunum, sum nú eru spældar á fløgu.

Nú eru aftur spildurnýggjar, gamlar sendingar hjá Elini og Óla at fáa á nýggju dupultfløguni ?ELIN OG ÓLI 3.?

 

Í 2003 kom fyrsta dupultfløgan hjá Elini og Óla út. Hetta vóru sendingar frá goymsluni hjá Útvarpi Føroya. Meðan tey lurtadu eftir bondunum har, varnadust Elin og Óli, at so nógvar sendingar frá teirra barnatímum vóru ikki til meir. Hetta vóru tey sera kedd um.

 

Amy og Jógvan Ljósheim hoyrdu Elina siga frá hesum í eini útvarpsending. Tey avgjørdu so, heilt av sínum eintingum, at fara og leita eftir gomlum kasettubondum við sendingum, tí teirra børnum dámdu so væl fyrstu fløguna og vildu hoyra meir. Tey stovnadu ein bólk á Facebook, »Elin og Óli í barnaútvarpinum«, og har bóðu tey fólk um at leita eftir gomlum kasettebondum og um at fáa tey til láns. Tey lýstu eisini í blødunum. Nógv fólk svaraðu upp á teirra umbøn og fóru at leita uppi og niðri eftir gomlum barnatímasendingum.Tey fingu nógv bond, sum tey so hava givið Elini til láns. Elin hevur sitið í Kringvarpinum og miksað bondini saman. Úrslitið bleiv ein stakfløga í 2009, og nú nýggja dupultfløgan í ár.