Meira av Moe

Joey Moe savnaði sera nógv til sínar framførslur í Føroyum, og hann var eisini sera glaður fyri ferðina til Føroya

Fyri góðari viku síðani vitjaði danski sangarin Joey Moe í Føroyum. Hann hevði tvær framførslur, og undirtøkan fyri hesum framførslum vístu, at hann er sera væl umtóktur millum føroyskan ungdóm.
Joey Moe spældi á Eclipse í Havn og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og í báðum støðum var talan um fult hús. Gott lív var í, tá ið Joey Moe sang sínar kendu sangir, og hann dugdi væl at fáa samband við áhoyrararnar, sum fyri tað mesta vóru tannáringar.
- Eg havi verið sera væl móttikin í Føroyum, og framførslurnar hava verið sera góðar. Eg var til landsdystin millum Føroyar og Litava, og tað var ótrúliga keðiligt, at Føroyar taptu. Teir skuldu havt klárað at hildin javnleikin, sigur Joey Moe, sum eftir dystin var kringsettur eftir skúlungdómum, sum vildu hava autografar frá honum.
- Eg var kløkkur av, at fólk kendu meg aftur, og eg skrivaði í øllum førum 200 autografar, sigur hann við einum smíli.
Saman við Joey Moe var eisini ein rappari, sum gongur undir navninum Jinx, og hann var eisini fegin um ferðina til Føroya.
- Fólk vóru við uppá okkara tónleik, og eg vóni, at vit kunnu koma aftur til Føroya at spæla innan ov langa tíð, segði hann.
 
Heitt navn í Danmark
20 ára gamli Joey Moe er partur av Nexus-konseptinum, sum eisini umfatar Nik & Jay. Joey Moe hevur ofta framført saman við Nik & Jay, men seinastu tíðina hevur hann lagt alla orku í sítt egna yrkisleið.
Og væl hevur gingið hjá honum seinastu tíðina. Joey Moe spældi á donsku festivalunum í summar, og í løtuni er hann at rokna sum eitt tað heitasta ungdómsnavnið í Danmark.
Joey Moe hevur givið eina fløgu út – Moetown – og av hesari útgávu hava tvær stakfløgur verið heilt nógv frammi. Tann fyrsta var My Last Serenade, og tann seinna er Flip It (Like a DJ).
Joey Moey er góður sangari, og hansara r’n’b-tónleikur er gott grundarlag fyri hansara framførslum.