Meira ella minni frælsi?

Gerst ein meira frælsur við at skerja fíggjarliga frælsið?

Hendan spurning mugu vit seta okkum, nú landstýrismaðurin í fíggjarmálum sær sum sítt høvuðsendamál at tøma landskassan fyri pening.

Høvuðsendamálið hjá K Hansen er at skerja ríkisveitingina o.a. niður á 0 kr. So føroyska samfelagið skal missa eina milliard afturat árliga, um hugsjónin hjá K Hansen og Hoydal skulul fremjast í verki. Hvussu okkara samfelag tá vil síggja út,kunnu fólk saktans ímynda sær.

Tá talan er um ríkisveiting, so skal eitt havast í huga – nevniliga peningarenslið ímillum Føroyar og Danmark. Uml 1996 varð gjørd ein kanning av hesum rensli. Tá fingu vit hægri blokk enn vit fáa ídag. Kanningin vísti, at peningarenslið ímillum Føroyar og Danmark var áleið í javnvág. Tó við eini lítlari yvirvág av peningi, ið fór til Danmarkar úr Føroyum. So hóast vit høvdu eina relativt hægri ríkisveiting, so fingu vit ikki eina krónu . Tí tað fór meira peningur til Danmarkar úr Føroyum, enn vit fingu aftur í blokki.

So blokkurin er á ein hátt ein útjavningarskipan. Fyri stuttari tíð síðani var tosa um tað neyðuga í at vit í Føroyum fingu eina Kommunala útjavningarskipan. Tað varð mett alneyðugt fyri at tryggja vælferðina kring landið. Tað sama er galdandi innan Ríkisfelagsskapin. Tí annars kann eitt økið verða drena fyri orku til fyrimunar fyri annað øki. Og tað er ikki rætt.

Keypiorka okkara er síðan økt síðan 1996, men ríkisveitingin er minka. Eg rokni við, at peningarenslið ímillum Ríkispartarnar ídag sýnir, at Føroyar missa hundra tals milliónir krónur til Danmarkar hvørt ár. Hesin peningur fer fyri stóran part til millumhandlarar. Um vit ikki fáa eina afturberin av hesum virðum, so gerast vit fátæk sum frálíður. Og vælferðartænasturnar eru í vanda.

Karsten Hansen tykist hava eina sera margháttliga uppfatan av, hvat frælsi er. Í fullveldissamgonguni gekk hann á odda við at skerja ríkisveitingina við umleið 400 milliónum - árliga. Higartil hava við mist knappar 3 milliardir av hesum dárskapi. Nú tosar hann so aftur um at skerja ríkisveitingina við uml 120 milliónum kr árliga.

Ein kann spyrja seg sjálvan um føroyingar gerast meira frælsir av at landskassin hevur 500 milliórir krónur minni í inntøku árliga. Tað hava K Hansen og hansara líkar ongantíð svara uppá higartil. Tað er møguligt, at Karsten Hansen og hansara líkar kenna seg meira frælsar, men ein stórur partur av føroyingum merkja á egnum kroppi at teir eru minni frælsir. Orsaka av Tjóðveldispolitikki. Longu ídag eru vit afturútsilgd á so mongum økjum. Eitt er víst: tað tørva hundratals milliónir árliga afturat fyri at Føroyar skulu mennast til eit framkomið vælferðarsamfelag. Enn er langt á mál. Og vit hava brúk fyri hvørji krónu, sum er í landskassanum, og meira enn tað.

Tí hava vit ikki brúk fyri fólkum, ið vilja tøma landskassan av landinum.

At hava møguleikar er frælsi. Um tú ikki hevur møguleikar – so hevur tú ikki frælsi