Ferðslan gjøgnum undirsjóvartunlarnar tykist ongan enda at taka. Fyrstu fimm mánaðirnar í ár er miðalferðslan gjøgnum tunlarnar vaksin millum 13 og 15 prosent.
Í tíðindaskrivi í dag boðar tunnilsfelagið frá, at frá januar til mai í ár koyrdu íalt 284.162 akfør í Vágatunlinum, í mun til 250.633 akfør sama tíðarskeið 2015. Her er talan um ein vøkstur á 13,4 prosent. Miðalferðslan hevur sama tíðarskeið verið 1.870 akfør pr. døgn frá jan. til mai 2016.
Vøksturin er uppaftur størri í Norðoyatunlinum, har 394.624 akfør koyrdu ella í miðal 2.596 pr. døgn. Fyrstu 5 mánaðirnar 2015 koyrdu 344.634 akfør. Sostatt er talan um ein vøkstur á 14,5 prosent frá 2015 til 2016.