Rolf Guttesen
Men í sjálvari yvirskriftini voldtekur hann grovliga sakina og heldur tað vera passligt at seta sum yvirskrift: »Tað hevði kanska verið meira saft og kraft í at skriva um Jóannes Patursson«. Jamen, hvat er meiningin? Hatta hevur einki við evnið ella bókina um Sambandsflokkin at gera. Hatta er ovurgrovt og púra misvísandi!
Hvussu letur redaktiónin á Sosialinum eina slíka grovheit sleppa ígjøgnum? Hatta líkist bara ongum!
Samrøðan er sjálvandi um nýggju bókina (sum eg enn ikki havi lisið) um Sambandsflokkin. Tí er tað mær ein gáta, hvussu ein blaðmaður finnur upp á at skriva nakað um Jóannes Patursson, ovast og í fyrstu reglu. Har manglar bæði sansur fyri proportiónum og realitetum.
Saft og kraft í hvørjum?
Jóannes Patursson er eftirhondini eitt halgimenni, sum mestsum verður tilbiðin av mongum. Tíverri er eingin søgumaður, mær vitandi, sum hevur sett handan reaktionera bóndan upp á pláss. Hann var ein miðaldarleivd. Í 1930unum var hann nazi-vinur.
Hann dró norskar nazistar til Føroya at agitera móti Danmark og fyri Anschluss til Noreg. Hann ferðaðist í Norra, helt jammurligar røður um, hvussu Danmark píndi føroyingar. Harmuligt. Paturson skrivaði ofta í norskum bløðum og tíðarritum. Eitt nú í fascistvinarliga Norsk Årbog.
Nazi-vinirnir
Tak til dømis árgang 1935. Har skrivar JP um stríðið um jørðina í Føroyum. »striden og jordi på Færøyane«. Innihaldið í greinini skal ikki kommenterast her, men tankagongdin virkar púra forskrúvað í dag.
Næsta grein er skrivað av einum norskum geologi, Adolf Hoel nevndur. Han skrivar um norska ekspansiónismu á Svalbardleiðunum. Norðmenn minnast Hoel sum mannin, ið Quisling setti sum rektara á Oslo Universitet tá landið varð hersett at Nazitýsklandi og norskir nazistar vóru settir at stýra landinum. Sami Adolf Hoel var í 1945 dømdur sum landasvíkjari.
Triðja greinin er Mussolini og Hitler
Fjórða greinin Nedervning, um um arvalæruna.
Hetta er sanniliga eitt fínt selskap. Men JP var sanniliga ikki einsamallur, hvørki tá ella seinni.
Ikki meira um hasa søguna.
Hetta skal ikki blíva nøkur ritgerð um konservativa bóndan í Kirkjubø. Eg vil bara siga, at Sosialurin átti at hugsa seg um í valinum av yvirskrivt.
Ríkiligt svass er skrivað um nationalismuna í Føroyum. Eg gleði meg til at lesa bókina hjá Anju.
Saft og kraft í Patursson?
Hann var eitt umvandrandi, miðaldarligt fossil.