Meira sektorábyrgd er tiltrongd

Tíðin er farin frá, at alt, sum hevur við handicappolitik at gera, verður lagt undir socialmál. Hvør sektor í almennu fyrisitingini eigur at taka ábyrgd av sínum øki. Tað er tað, sum nevnt verður sektorábyrgd

Samrøður við Leiðsluna á Strandfaraskipum Landsins geva vónir um, at lættari verður hjá blindum at ferðast í Føroyum í framtíðini, sigur formaðurin í Dansk Blindesamfund, Svend Jensen, sum hevur vitjað í Føroyum saman við næstformanninum, Poul Lüneborg.

So kann onkur sjálvandi spyrja, hvat ein danskur felagsformaður skal koma hendan vegin at tosa um slíkt til.

Grundin er tann, at Føroya Blindafelag er limur í danska landsfelagnum, Dansk Blindesamfund. Og leiðslan í Dansk Blindesamfund hevur skyldu at vitja limafeløgini.


Sektorábyrgd

Tey ymsu økini í samfelagnum eiga at reka miðvísan handicappolitik hvørt á sínum øki.

Fyrr hevur tað verið soleiðis, sigur Svend Jensen, formaður í Dansk Blindesamfund, at handicappolitikkur hevur verið roknaður sum socialpolitikkur og lagdur undir socialmál.

Tað er alt gott um tað at siga, men tað er eisini tann vansin, sum ofta hevur víst seg, at økið verður so stórt, at okkurt fellur burtur ímillum.

Fara vit hinvegin inn á sektorábyrgd, har hvørt øki sær tekur sær av teimum, tey hava við at gera, gerst umsitingin lættari.

Um vit nú ímynda okkum, at Strandfaraskip Landsins taka sær av, at allar ferjurnar hava lyftur soleiðis, at ein rullustólur sleppur til og frá, er talan um sektorábyrgd.

Tá er ikki neyðugt hjá landsstýrismanninum í almannamálum at hugsa um tað, men hjá ferðslumálaráðharranum.

Og tað tykist øllum sjálvsagt, at tað er tekniska umsitingin hjá eini kommunu, sum hevur ábyrgdina av, at ljóð er á ljóskurvunum, so tann blindi kann vita, nær hann skal fara yvir um vegin. Tað er ikki meiningin, at sociala nevnd skal taka sær av tí.


Samferðslan

Tann blindi er bundin at ørðum í mongum førum. Ikki minst, tá ferðast skal.

Vanligt er, at blind ferðast í kollektivari ferðslu, tað vil siga við bussi ella skipi. Men tað er ein sannroynd, at illa hevur borið til hjá brekaðum yvirhøvur at ferðast í Føroyum.

Eftir at hava tosað við leiðsluna á Strandfaraskipum Landsins, sigur Svend Jensen, formaður í Dansk Blindesamfund, at útlit eru fyri, at tað kann gerast lættari hjá blindum at ferðast við føroysku ferjunum.

Svend Jensen, formaður í Dansk Blindesamfund, sigur, at ynskjandi kundi verið ein skipan innan samferðsluna, har blind kundu ferðast fyri hálvan prís. Ella fyri fullan prís í fylgi við einum hjálparfólki.

Hetta er ynski, sum líkist skipan, sum galdandi er í Danmark, sigur hann.

Svend Jensen, formaður, og Poul Lüneborg, næstformaður í Dansk Blindesamfund, sum hava verið og vitjað Føroya Blindafelag, láta væl at Bindastovninum. Hann er eitt trygt og kreativt stað hjá blindum at vera, siga teir, og vænta sær nógv av stovninum í framtíðini.