Meira telefonstuðul

Langfarasjómenn fáa eina hálva millión meira at tosa heim fyri komandi ár, enn teir hava í ár

Komandi ár fara langfarasjómenn væntandi at tosa í telefon fyri eina hálva millión meira, enn teir gera í ár.

Tað eru metingarnar á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001 undir greinini Telefonstuðul til langfarasjómenn (Lógarbundin játtan).

Hesin stuðulin verður sambært løgtingslóg latin sjómonnum við bústaði í Føroyum, sum mynstraðir eru meira enn 30 dagar.

Á verandi fígjarlóg er játtanin snøggar tríggjar milliónir krónur.

Á uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár er játtanin sett til hálvafjórðu milión krónur.


ej