Annika Olsen, landsstýriskvinna í almanna- og kommunumálum hevði í gjár fund við grønlendska starvsbróðirnum, Vittus Qujaukitsoq, landsstýrismann í fíggjar- og innlendismálum Bæði landsstýriskvinnan og landsstýrismaðurin eru sera væl nøgd við fundin, tí tey høvdu nógv mál av felags áhuga at umrøða og avtalaðu at styrkja samstarvið sínámillum. Á fundinum høvdu tey sínámillum kunning um støðuna og avbjóðingar í ávikavist grønlendska og føroyska samfelagnum, serliga á kommunala økinum.
Vittus Qujaukitsoq greiddi m.a. frá, at í Grønlandi eru tey í ferð við at gera eina eftirmeting av almenna bygnaðinum, herundir kommunala bygnaðinum.
Í Grønlandi eru fýra kommunur, og ein avbjóðing er at tryggja javnt góðar tænastur í smærri bygdunum sum í størru býnum. Somuleiðis er Grønland í ferð við at leggja eldraøki undir kommunurnar at verða umsitið. Vittus Qujaukitsoq kunnaði um, at í Grønlandi hava kommunurnar 1/3 av øllum almennum uppgávum, og arbeitt verður við at leggja fleiri uppgávur undir kommunurnar.
Í Grønlandi hava tey sera stórar avbjóðingar við at ein stórur partur av arbeiðsmegini er uttanfyri arbeiðsmarknaðinum.
Annika Olsen greiddi frá, at hóast vit í Føroyum hava eins stórar trupulleikar, samtykti Løgtingið herfyri lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, har eitt av høvuðsendamálinum er at tryggja at fólk ikki enda varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin. |
Í Grønlandi hava tey eisini líknandi trupulleikar sum vit hava í Føroyum við fólkafráflyting av yngra ættarliðunum, og arbeiðir sjálvstýrið við, hvussu tey kunnu basa hesum avbjóðingum.