Úrslitið av spurnakanningini hjá Sosialinum var, at 16 tingfólk eru fyri og 11 eru ímóti at Føroyar verða eitt valdømi. Fýra høvdu ikki tikið støðu enn, og ein vildi ikki svara. Tað má metast at vera sera ósannlíkt, at allir hesir síðstu fimm fara at atkvøða ímóti uppskotinum.
Fría valið
Við jøvnum millumbilum hoyra vit, at vallógin átti at verið broytt. Til tíðir við rokniháttinum, so meiri rættvísi verður millum atkvøðubýtið og tingmannabýtið, og aðrar tíðir við kynspolitiskum grundgevingum.
Nú Edmund Joensen, løgtingsformaður, ætlar at leggja uppskot fram um Føroyar sum eitt valdømi, eru grundgevingarnar í stóran mun knýttar at landafrøðiligum og samskiftistøkniligum broytingum í samfelagnum seinastu árini. Harumframt eru valmøguleikarnir hjá veljarum í smáu valdømunum sera avmarkaðir, so verður landið eitt valdømi, kunnu allir veljarar velja frítt, bæði við landafrøðisligum, hugsjónarligum og persónligum atlitum.
Savna lesull
Millum teir, sum eru ímóti, eru grundgevingarnar bæði landafrøðiligar, politiskar og fíggjarligar. Næstan allir siga, at hetta fer at vera endin fyri útjaðaran í Føroyum. Teir vilja vera við, at fólk í miðstaðarøkinum hava nógv betri atgongd til miðlarnar, vitanina og pengarnar, og soleiðis hava lættari við at tekkjast veljarunum kring alt landið. Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum segði seg tó ikki taka undir við uppskotinum, tí hann altíð hevur verið forsprákari fyri einari skipan við 32 valdømum, eins og vit kenna tað úr Onglandi.
Sambært Kristiani Magnussen úr Javnaðarflokkinum, verður avleiðingin, at Føroyar framyvir bara verða stýrdar av einari stætt, nevniliga teimum, sum hava pening, útbúgving og miðlatekki. Tí kann hann ikki taka undir við uppskotinum.
Sverri Midjord úr Javnaðarflokkinum viðmerkti, at Edmund Joensen og Jóannes Eidegaard eru so ídnir at broyta vallógina, tí teir eru bebbaræddir fyri ikki at verða valdir við komandi valg.
- Hetta er sum at savna lesull, sum Danbjørg tók til á sinni.
Millum atfinningarnar var eisini víst á, at hetta er alt ov seint at koma við einum slíkum uppskotið, tí flokkarnir eru longu farnir undir at fyrireika valstríðið og at umhugsa uppstillingina. Tí átti hetta at verið eitt mál, sum fólk kundu farið til valg uppá, vildi onkur vera við. Her var eisini borið fram, at orsøkin til, at uppskotið verður lagt fram so seint, møguliga er, at tað fer at hava við sær, at samgongan skrædnar, men at tað hevur minni týdning seint í valskeiðinum enn tíðliga.
Størri eindir ein treyt
Tríggir teirra, sum søgdu seg ikki hava tikið støðu enn, Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum og Finnur Helmsdal og Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum, grundgóvu fyrivarni síni við, at ein treyt fyri einum valdømi eru størri kommunalar eindir, og eisini fíggjarligar útjavningarskipanir, at styrkja útjaðaran við.
Edmund Joensen segði, at samanlegging av kommunum, ið eftir ætlan fer at minka talið av kommunueindum til 7, longu er á veg, og at skipanin við einum valdømi eisini fer at eggja kommununum til at leggja saman skjótari. - Men hetta er ikki ein partur av hesum uppskotinum, sum helst fer at vera í tveimum, har annað verður at stytta um freistina at útskriva valg, so valstríðið ikki verður so drúgt, umframt at broyta valskipanina til eitt valdømi.