Meirilutin í býráðnum tók ikki røttu støðu

Meirilutin í býráðnum tók ikki røttu støðu á fundinum 29/2-24 til spurningin um byggiloyvi í fríøkinum við Sandá

Málið um byggiloyvið til Argja kirkju snýr seg ikki bert um hetta konkreta málið, men er eisini eitt prinsipielt umhvørvismál, sum kundi snúð seg um onnur mál sum t.d. niðaru Hoydalar, Skansan ella umhvørvismál aðrastaðni í Føroyum sum t.d. aktuella málið á Tvøroyri.

 

Tað serstaka í hesum málinum er, at tað snýr seg um størstu ánna í Havnini, ið enn fyri størsta partin liggur opin og óbygt nærhendis ánni, ið rennur ígjøgnum eitt lyngklætt landslag við flottum mosaklæddum klettum og stórum margfeldi av plantulívi við uml. 90 ymiskum plantusløgum, eitt vistfrøðiligt ríkidømi náttúrunar beint uttan fyri dyrnar hjá nógvum havnarfólki, eitt framúrskarandi frítíðarpláss við rekreativum, trivnaðarligum, heilsufremjandi og andaligum virðum, ið nú skulu skerjast – og ongar góðar ella skynsamar grundgevingar hava verðið førdar fram fyri staðsetingini av kirkjuni.

 

Linkið her vísir til tann partin av gerðabókini fyri býráðsfundin 29. februar 2024, sum snýr seg um byggiloyvi á eystara fríøkinum millum Sandá og Støðlagøtu:

https://www.dropbox.com/scl/fi/77705jgz2jbe021mgsvc6/Ger-abok-fyri-b-r-sfundin-29-02-2024.pdf?rlkey=pvpg0xq8s17tf23e8lu4ub3fc&dl=0

 

Fundarmálið hevði heitið:

Umsókn um prinsipielt byggiloyvi til nýggja kirkju á matr. nr. 115, við Støðlagøtu á Argjum

 

Eg geri her viðmerkingar til partar av gerðabókini fyri málið.

 

Undir ’Upplýsingar frá umsitingini’ stendur m.a.:

”Friðingarmyndugleikarnir hava góðkent ætlanina at leggja kirkju á økinum eftir Løgtingslóg nr. 48 um náttúrufriðing, §2, stk. 2. nr. 3.”

 

Í hesum parti av lógini stendur: “Innangarðs skal ikki verða bygt uttan loyvi frá friðingarnevndini nærri enn 300 m frá vøtnum, ið hava størri vídd enn 1 ha og frá áum, ið eru meira enn 4 m breiðar í botninum.”

 

Sandá er meira enn 4 metrar breið í botninum, so tað er ikki loyvt at byggja nærri enn 300 metrar frá ánni. Men loyvið til bygging er givið frá friðingarmyndugleikunum.

 

Hvat sigur Umhvørvismálaráðið og landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm til, at friðingarmyndugleikarnir fungera sum garantar fyri, at tað rætta er at avfriða ein centralan part av fríøkinum við Sandá og harvið góðtaka (ógyldigu) byggisamtyktina, so bygging kann fara fram í økinum í stríð við §2, stk. 2, nr. 3 í Náttúrverndarlógini? Er tað rætt og rímiligt, tá ið endamálið við løgtingslógini um náttúruvernd er: … at røkja margfeldið og tær vistfrøðiligu tilgongdirnar í náttúruni, bæði fyri náttúruna sjálva og fyri náttúruna sum grundarlag undir burðardyggum virksemi, tilfeingi, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki nú og í framtíðini.

 

Undir ’Ískoyti’ standa løgfrøðisligar o.a. grundgevingar fyri avgerðini á fundinum, byrjandi við viðmerkingum til útstykkingartreytirnar, ið upprunaeigararnir av Müllerstrøð settu, tá ið útstykkingin av trøðini varð tinglýst í 1975: ”Ført hevur verið fram, at fríøkið nevnt í pkt. 3 í § 5 er tinglýst servituttbindandi sum fríøki, men er hetta ikki rætt.”

 

Øll útstykkingin var tinglýst sum ein heild (sí niðanfyri). Men um so er, at § 5 ikki varð tinglýstur servituttbindandi, er so kommunan ikki bundin av ynskjunum hjá upprunaeigaranum viðv. fríøkinum, sum kommunan og borgararnir fingu ’sum almenn ogn uttan endurgjald av nøkrum slagi’ (§ 13)? Má løgfrøðin takast í nýtslu fyri at ’rættvísisgera’ óvirðiligu og ómoralsku burturkveistranina av vilja og ynskjum gevarans?

 

Í nógvum førum er neyðugt at broyta fortíðar reglur og lógir í einari verð við nógvum og kanska accelererandi broytingum. Men fyri okkara trivna og heilsu hava vit brúk fyri, at okkurt í okkara lívi er støðugt og í samljóði við livandi náttúruna, vit eru runnin av, so tað er í dag kanska enn meira átroðkandi og týdningarmikið enn í 1975 at halda fast við treytum gevarans?

 

”Hinvegin er § 12 tinglýst servituttbindandi, og har er ásett, at “Øki til veg, bilstøðlar, frítt øki, spælipláss, kloakkir, leidningar, o.a. […] verða beinanvegin, sum byggibúningin er lokin, at leggja út sum almenn ogn uttan endurgjald av nøkrum slagi […] Í hesum føri hevur kommunan eisini tilskilað sær rætt til at yvirtaka alt annað, ið skal liggja sum almenn ogn, so sum spælipláss og fríøki.”

 

Ja, tað skuldi kommunan yvirtaka við teimum treytum, at á teimum tinglýstu fríu økkjunum, skuldi ikki byggjast nakað sum helst slag av bygningum. Umframt at virt ta gávu, sum kommunan fekk ókeypis, so hevði tað sømt seg, tá ið fríøkini eru almenn ogn, at kommunan fylgdi ynskjunum hjá einum stórum fleirtali av borgarum í kommununi?

 

Eg vísi her til grein á In.fo: Hví virðir býráðið ikki gávugóðsið og viljan hjá gevarunum?

eftir Johan Mortensen, 31. mars 2022

https://www.in.fo/news-detail/hvi-virdir-byradid-ikki-gavugodsid-og-viljan-hja-gevarunum

 

Í lýsingini stendur, at byggjast má ikki á fríøkinum oman ímóti Sandá! Øll útstykkingin og fríøki vóru tinglisin sum ein heild

 

Víðari í gerðabókini fyri býráðsfundin verður ført fram: ”Tá ið kommunan seinni ger eina byggisamtykt, ið broytir ásetingarnar fyri part av økinum, ið kommunan hevur yvirtikið eftir § 12 í skeytinum, so er talan ikki um at gera seg inn á ein tinglýstan servitutt, sum ásetur, at júst hetta økið skal vera fríøki. § 12 snýr seg bert um rættin/skylduna hjá kommununi at yvirtaka nevndu øki […]”

 

Fleiri ferðir er her í bólkinum víst á, at serstaka byggisamtyktin frá 2011, ið ’broytir ásetingarnar fyri part av økinum’ var ógyldig orsakað av manglandi fyrisetingarligu upplýsingarskylduni, har heilt avgerandi tinglýstað skjalið viðv. fríøkinum ikki varð handað Byggi- og samskipanarnevndini, tá ið hon tók avgerðina um byggisamtyktina.

 

Pástandurin um, at ”… talan ikki [er] um at gera seg inn á ein tinglýstan servitutt, sum ásetur, at júst hetta økið skal vera fríøki” er ein sjálvmótsøgn, sum sigur, at tað nettupp er hetta, kommunan ger.

 

Og um tað er so, at ’§12 snýr seg bert um rættin/skylduna hjá kommununi at yvirtaka nevndu øki’, so má rætturin/skyldan hjá kommununi væl snúgva seg um at umsita økið í samsvar við tinglýsta servituttin?

 

”Byggisamtyktir verða støðugt broyttar, og hóast eitt øki í dag er útlagt sum fríøki, so kann hetta broytast og leggjast út sum byggiøki – og øvugt – um mett verður, at hetta er býarskipanarliga skynsamt, og um byggisamtyktin verður góðkend av myndugleikunum, ið skulu tryggja, at alt er farið rætt fram í sambandi við arbeiðið at gera byggisamtyktina.”

 

Er tað ’býarskipanarliga skynsamt’ at leggja fríøkið út sum byggiøki, borið saman við umhvørvispolitikkin hjá kommununi Grøna leiðin ella ynskinum hjá stóra meirilutanum av borgarunum í kommununi ella við atliti til framtíðar ættarlið? Og hava myndugleikarnir tryggjað, at ’alt er farið rætt fram í sambandi við arbeiðið at gera byggisamtyktina’?

 

Løgfrøðin undir býráðnum verður brúkt til at mana fram tað rætta í at ógylda tinglýstan servitutt frá 1975, og sostatt at virðingin fyri og ynskini hjá gevaranum av økinum kunnu verða frávikin á ’lógligan’ hátt.

 

Vit kunnu seta fram nakrar spurningar í sambandi við avgerðina um byggiloyvi á fríøkinum við Sandá á býráðsfundinum 29/2-2024:

 

  • Hví tekur býráðið ikki atlit til ynskini hjá einum stórum meiriluta av borgarunum í kommununi?
  • Hví var eingin formel hoyring av málinum í kommununi?
  • Hví var eingin vistfrøðilig árinskanning gjørd av ætlanini um stóra inntrivið í økinum?
  • Hví hevði tað so stóran týdning at gera eina serstaka byggisamtykt, at friðingarmyndugleikarnir beint ímóti teirra uppgávu at verja týdningarmiklar partar av náttúruni kring og í okkum, ímóti Náttúruverndarlógini og ímóti viljanum hjá borgarunum hava avfriðað tað økið í kommununi, sum fyri borgararnar hevur alstóran týdning at varðveita sum fríøki?
  • Hví fekk tað onga avleiðing, at serstaka byggisamtyktin var ógyldig?
  • Hvørjar grundgevingar eru førdar fram fyri, at tað er eitt gott hugskot at byggja eina kirkju á fríøkinum við Sandá?

    Enn ber til at broyta avgerðina, ið varð tikin á býráðsfundinum. Og tað kann lata seg gera, tí enn fyriliggur ikki nøkur 'fullfíggjað kostnaðar-, tíðar-, og byggiætlan fyri byggingini' – og enn er eingin gravkúgv slept út á lendið.