Tjóðveldi hevði árliga flokstingið um vikuskiftið. Hesaferð var tingið sett við Gjógv, sum er gomul tjóðveldisbygd. Hetta nam formaðurin, Høgni Hoydal, eisini við í formansfrágreiðing síni. Hann sigur:
»At súgva sær mátt úr bókum og námi, hevur verið hávirt, og framúr lærarar hava lagt grundina í bygdaskúlunum og eggjað til víðari lestur og sjónarring. Og tey, ið hava verið øðrvísi og hava søkt øðrvísi leiðir í útbúgving, arbeiði og lívshátti, hava verið vird og ikki háað ella spottað av bygdafólkinum.
Ongin ivi er um, at hetta er ein meginorsøk til at so mong hugsjónarfólk, undangongufólk og mentafólk eru sprottin higani. At fólk hava leitað út, og hava leitað heimaftur við nýggjum íblástri. At fólk onga andsøgn hava sæð í at virða og menna sín egna mentanararv í støðugum samskifti við heimsins krøv og møguleikar.«
Høgni Hoydal nam eisini við altjóðagerðina:
»Vit mugu síggja allan heimin sum okkara leikpall og eisini okkara ábyrgd. Vit mennast ikki sum fólk og skapa nútímans menningarmøguleikar fyri okkara komandi ættarlið uttan so, at vit eru í beinleiðis samskifti við heimsins krøv og avbjóðingar.
Frælsi er ikki ein spurningur um frælsi frá krøvum og trupulleikum. Men ein spurningur um frælsi til at taka lut og taka ábyrgd. Eisini har tað kostar mistøk, stríð og pengar.
Altjóðagerð er mest brúkta og flusnaða hugtakið í dag. Hon er ein veruleiki, men tað merkir ikki, at heimurin er grundleggjandi broyttur til tað betra.
Altjóðagerð er í grundini spurningur um nýggjar samskiftismøguleikar, nýggjar flutningsmøguleikar, nýggjar møguleikar at vinna og tapa. Fyri lond, fólk, vinnu og mentanir. Har tíð og rúmd og sambond eru broytt og skapa møguleikar til nýggjar samansetingar.«
Prógvað tað øvugta
Høgni Hoydal vísti á, at flokkurin hevur prógvað, at hann megnar at standa saman, og at hann hevur megnað at vunnið tvey val síðani seinasta floksting.
Sanniliga er nógv hent og mangt broytt síðani vit vesturi í Miðvági í fjør hildu seinasta regluliga floksting.
»Tá spáddu onnur, at Tjóðveldið fór at fara í tvíningar og ganga langt aftur, orsakað av stríðnum um broytingar í revsilógini og verju av minnilutabólkum.
Vit prógvaðu tað øvuta. Og hava síðani vunnið tvey val so dyggiliga, har vit í báðum førum gjørdust landsins størsti flokkur.
Tá koyrdu onnur okkum í bás millum hinar flokkarnar og hartaðu okkum fyri vantandi javnstøðu og kvinnuumboðan í politikki.
Vit prógvaðu tað øvuta og hava nú javna umboðan av bæði kvinnum og monnum á tingi og í stjórnini.
Til fyri fáum mánaðum síðani teknaðu onnur eina mynd av okkum sum ein flokk, ið ikki kundi samstarva við aðrar, og spáddu okkum eina oyðimarkargongd í andstøðu, meðan ABC-samgongan fór at halda fram í ókomin ár.
Vit prógvaðu tað øvuta. Vit eru nú aftur í stjórn og hava eftir mínum tykki gjørt eitt stjórnargrundarlag, sum er í fullum samsvari við okkara mál, hugsjón og valskrá. Vit hava knýtt samstarv millum flokkar, ið kunnu bróta stillstøðuna og gomlu forðingarnar í okkara politisku skipan. Og vit sita fyri málum, ið eru bulurin í at broyta og menna Føroyar til eitt frælst, sjálvbjargið og kappingarført samfelag í heiminum.
Til fyri stuttum spáddu nógv, at Tjóðveldi fór bert at vera umboðað av politikarum í miðstaðarøkinum. Vit hava nú prógvað tað øvuta, har vit hava 12 dugnalig fólk úr nærum øllum landinum, ið virka fulla tíð í landspolitikki – umframt fólkatingsumboðið.«
Semja um nógv mál
Nýggja samgongan hevur sett sær nógv mál fyri. Hon hevur ikki fingið lættastu byrjanina, og atfinningarnar hava – sambært Høgna Hoydal – verið nógvar, bæði í fjølmiðlunum og millum folk.
»Men hyggja vit at politisku málunum og hugsjónunum, sum hendan stjórnin hevur sett sær og byggir á, so er talan um eina nýggja kós og stórbroytingar.
Í hesi nýggju samanseting hava vit millum annað fingið semju um:
- At taka 14 mál á føroyskar hendur – harundir stórmál sum útlendingamál, persónsrætt og revsirætt.
- At minka blokkstuðulin við 117 mió. so hann fer niðurum 500 mió.
- At leggja føroysku stjórnarskipanina til fólkaatkvøðu.
- At gera fíggjarliga uppgerð við Danmark.
- At stovna føroyskt uttanríkisráð, vinna limaskap í altjóða felagsskapum og stovnum, fáa frælsa atgongd til altjóða samstarv fyri vinnu, mentan, gransking og borgarar og styrkja okkara samleika í altjóða høpi.
- At fáa skil á búskaparstýringina, stovna búskapargrunn og skipa ein sjálvberandi búskap
- At gera miðvísar íløgur í útbúgving og gransking og skúlaskap.
- At gera vinnuframaskipanir
- At broyta tilfeingisumsitingina og skipa fiskidagamarknað til tess at fáa javna kapping.
- At styrkja okkara samleika við miðvísum mentanarpolitikki (sum ikki er avbyrgjandi og nalvaskoðandi, soleiðis sum tað annars varð lagt út í pressuni).
- At fara málrættað eftir at geva veikastu samfelagsborgarunum javnbjóðis rættindi og møguleikar til eitt virkið og virðiligt lív.
- At smalka gjónna millum samfelagsbólkarnar við samhaldsføstum skattapolitikki og sosialpolitikki
- At styrkja rættartrygd og javnstøðu í samfelagnum.
- At fremja verulig tiltøk innan umhvørvi, orku og tilfeingisumsiting, sum krevja dyggar broytingar í framtíðini.
- At broyta kommunala bygnaðin so kommunurnar gerast størri og kunnu kappst í rímiligari javnvág um at bjóða sínum borgarum nútímans kor – og harundir at gera eina útjavningarskipan
Hetta eru alt hjartamál hjá Tjóðveldi og í fullum samsvari við okkara valskrá, stevnu og stevnumið.«
Strammur fíggjarpolitikkur
Eitt, sum formaður Tjóðveldis legði stóran dent á, er at førdur verður ein strammur fíggjarpolitikkur komandi árini.
»Størsta avbjóðingin beint í løtuni er at fáa skil á fíggjar- og búskaparpolitikkinum, og beinanvegin at seta kósina til broytingar og nýskapan í politisku raðfestingunum.
Men tað krevur nógv av okkum. Vit mugu ikki gykla nøkrum fyri, at vit eru komin til nakað búgvið borð.
Tørvur er beinanvegin á at fáa skil á almenna fíggjarpolitikkin, orsakað av gongdini seinastu árini og at tálma framskrivaða og ótálmaða rakstrarkostnaðin til tess at gera nýggjar raðfestingar.
Vit mugu sláa rimmarfast, at meirnýtsla verður ikki góðtikin og neyv fíggjarstýring skal krevjast av øllum stjórum og stovnsleiðarum.
Neyðugt verður at fara undir nøkur verulig bygnaðarlig tiltøk til tess at skapa búskaparvøkstur frameftir. Har mugu vit tora at viðgera og broyta serskipanir og bygnaðir, sum í dag als ikki gagna teimum endamálum tey vóru ætlað til.
Eisini málsbýti, fíggjarstýring og fíggjarliga býtið millum land og kommunur fer at elva til ósemjur og orðaskifti.
Eins og spurningurin um fiskidagamarknað og tilfeingisumsiting.
Men vit noyðast at tora at viðgera málini og taka avgerðirnar um broytingarnar eftir eitt sakligt orðaskifti.«
Høgni Hoydal nýtti eisini høvið til at ávara egnar floksfelagar móti tí, sum hann nevndi revolvarapolitikkur.
»Skulu vit veruliga hepnast í at fáa hetta stjórnarsamstarvið at rigga, so krevst eisini, at tær afturvendandi hóttanirnar og revolvarapolitikkurin frá einstøkum samgongulimum um einstøk mál, halda uppat.
Sjálvsagt hava øll síni hjartamál at berjast fyri. Men ber ikki til at tosa sakliga saman um at gera ætlanir og loysa mál uttanum forsíður og innsløg í fjølmiðlunum, so máa vit alt álit undan stjórnarsamstarvinum.
Eg sigi beinleiðis: Hóttanir hava akkurát øvuta ávirkan á meg enn at fremja málini.
Og mítt svar til revolvarapolitikk er: Skal stuðul til samgonguna takast aftur og brúkast sum amboð. Tá alt ikki gongur beint eftir egnari vild, so er best at taka seg úr beinanvegin.«
Broytingar
Formaðurin nam síðani við mongu broytingarnar, sum eru farnar fram í seinastuni.
»Hetta farna árið hevur verið eitt satt broytingarár – fyri Tjóðveldi og fyri politiska skipanina í Føroyum sum heild. Ikki bert tí vit eru í stjórn, hava gjørt nýggjar politiskar samansetingar, sett nýggj mál og sett nýggj fólk við.
Vit hava í farna árið endurnýggjað okkara samleika við nýggjum búmerki, styttum navni, ið leggur dent á hugsjónina, og við nýggjum orðaðum hjartamálum á øllum økjum. Vit hava lagt grundina til nýggjar og øðrvísi samskiftishættir í politikki og í fólkaræðisliga orðaskiftinum.
Og Føroyar eru skipaðar sum eitt valdømi, ið kann leggja nýggjan bygnað á mongum mótum. Broyta politiska arbeiðið djúptøkið. Broyta arbeiðið í flokkunum og lokalfeløgum. Broyta fólkaræðisligu luttøkuna og ávirkanina. Og broyta Føroyakortið.
Hetta hava eisini verið broytingar, ið ósemja hevur verið um í okkara flokki. Og tí er eisini sera ymiskt, um vit síggja hetta sum framar ella sum vandar og afturstig.
Men hetta eru bert broytingar á skræðuni enn. Eftir stendur tað veruliga arbeiðið at geva hesum nýggju slóðum og rásum, ið eru lagdar, ta kós, ta uppfylging og tað innihald, ið kunnu fremja okkara hugsjónir og mál í verki.
Vit hava vunnið sjey val á rað, tá vit rokna løgtings- og fólkatingsval saman. Men vit hava onkið vunnið, um vit ikki megna at gera valsigrar til frælsisúrslit.
Samgonguskjal og landsstýrissessir eru eisini bert broytingar á skræðuni – enn. Størsta vandamálið er, at vit halda, at nú er væl sloppið, og at vit hava rokkið nøkrum veruligum málum.«
Sjálvandi var eisini nomið við valskipanina.
»Nú Føroyar eru eitt valdømi krevst ein nýggjur og øðrvísi leiklutur hjá politisku økisfeløgunum.
Mítt ynski er, at økisfeløgini fáa ein aktivan leiklut í at mynda politikk floksins á øllum økjum, heldur enn at hava mest samband við síni umboð.
Nú vit eru í stjórn er serliga neyðugt, at økisfeløgini og aðalstjórn í nógv størri mun gerast partar í at viðgera eisini stór politisk mál, ið fara at skapa ósemjur og kjak. At økisfeløgini fáa størri ávirkan á førda politikkin gjøgnum kjakfundir og temafundir og tætt samband við valdu politikararnar.
Føroyar sum eitt valdømi krevur eisini eina broyting í kommunala bygnaðinum, har mál, su í dag liggja hjá løgtingi og landi kunnu leggjast til nýggjar størri kommunur at umsita.
Tað kundi verið fyrsta málið økisfeløgini tóku upp.
Til fólkaatkvøðuna um grundlógina í 2010 liggur eisini ein sera stór uppgáva hjá økisfeløgunum at fara undir at viðgera grundlógaruppskotið og taka virknan lut í viðgerðini upp undir fólkaatkvøðuna.«
Politisk mótstøða
Høgni Hoydal kom eisini inn á politisku mótstøðuna, sum flokkurin kennir.
»Øll tey tøkini og tann framburður, sum vit í dag øll eru fegnast um og vilja verja við hond og fót, eru mál, ið elvdu til ósemju og sterka politiska mótstøðu í drúgv tíðarskeið.
Um tað er stríðið fyri føroyskum máli. Skúlaskapi. Føroyskum bókmentum. Flaggi. Sjómarki. Undirgrund. Flogfelag. Altjóða umboðan í ítrótti. Niðurskurð av blokkinum. Samráðingum við onnur lond og felagsskapir. Tjóðpalli. At taka ábyrgd av okkara egna samhaldsfesti og geva veikastu samfelagsbólkunum sømdir í Føroyum. Umboðan og egnum samleika uttanlands.
Í øllum hesum málum hava verið fólk og rørslur uttanfyri politisku skipanina, ið hava borið stríðini ígjøgnum. Hóast mótstøðuna.
Ta somu mótstøðuna, sum vit nú fáa trúttað upp í saman, tá tað snýr seg um at skipa eitt føroyskt fíggjareftirlit á altjóða støði. Og tann sama mótstøðna, sum fer at verða endurtikin í sambandi við føroyska stjórnarskipan, blokkstuðulsniðurskurð og at taka onnur mál á føroyskar hendur.
Politiska skipanin er støðugt yvirhálað av menningini aðrastaðni í samfelagnum, og at enda er politiska skipanin drigin við.
Hetta hava eldsálirnar í mentanarlívinum prógvað ferð eftir ferð.
Hetta hava føroysk vinnulívsfólk prógvað, tá tey hava leitað út í heim eftir nýggjum miðum og drigið virðir heimaftur.«
Og hann helt fram:
»Føroyska vinnulívið krevur altjóða lógarverk, tiltøk at verja umhvørvi, útbúgving og gransking, betri handils-, flutnings- og samskiftismøguleikar. Og bjóðar heimsins leiðarum til okkara.
Føroyski ungdómurin krevur broytingar. Tey vilja virka og mennast í einum samfelag, har tú ikki noyðist at broyta samleika til tess at sleppa út í heim ella at koma aftur.
Og øll tey mongu, sum í almennum ella privatum starvi skulu samskifta við skipanir, fyritøkur og felagsskapir í øðrum londum, ásanna dagliga, at vit mugu kunna samskifta og gera avtalur sum vaksin og javnsett fólk.
Eftir stendur at politiska skipanin megnar at loysa hesar avbjóðingar.«
Heimsins nalvi og miðstøð
Høgni Hoydal endaði sína formansfrágreiðing við hesum orðum:
»“Vit búgva ikki í Føroyum av praktiskum orsøkum”, segði Heðin Brú. Og tað er so satt, sum tað er sagt.
Uttan ta mentan, tað mál og tey virðir, ið hava skapt okkum sum menniskju og sum fólk gjøgnum túsund ára søgu, so vóru Føroyar bert grót og flag í Atlantshavi, sum londini kring okkum høvdu barst um at havt sum umveldi ella territorium fyri valdsins sakir.
Allar sonevndar cost-benefit metingar og allar sonevndar rasjonellar útrokningar í rokniørkum vilja siga, at tað hevði verið so nógv lættari og ódýrari bert at búð á meginlandinum og tosa okkurt annað mál. Sum eisini onkur embætisnevnd á sinni skeyt upp at gera. Har bæði marknaður, fólkameingið, flutningur og samskifti er høgligari og einfaldari.
Og tá William Heinesen segði, at Tórshavn er heimsins nalvi, so kunnu vit leggja afturat, at eitthvørt pláss er heimsins nalvi – fyri tey, sum hava kastað sítt hjarta og sítt akker har.
Men vit mugu velja at síggja okkum sum heimsins nalva og miðstøð. Ikki sum endastøð.
Vit skulu tí sjálvandi støðugt byggja út infrakervið, samskiftis- og virkismøguleikarnar heima hjá okkum og skapa einar størri og javnari Føroyar.
Men vit skulu nú eisini byggja upp tað ”infrakervið” sum krevst til at føroyingar sum heild kunnu berja seg burturúr mentalu, politisku og vinnuligu støðuni sum útjaðari. Vit skulu byggja út tað infrakervið, sum kann menna Føroyar til eina miðstøð, haðani vit kunni virka í beinleiðis altjóða, dynamiskum samstarvi á øllum mótum.«