Meistaraheitið aftur til Klaksvíkar

Flogbóltur: Mjølnirkvinnurnar vunnu 2-0 á TB og eru nú so langt frammanfyri hini liðini, at einki teirra fær tær aftur. Tær eru tí Føroyameistarar enn einaferð

Mjølnir-TB 2-0

(21-10, 21-10

21-19, 21-8)


Mjølnirkvinnurnar kunnu enn einaferð príða seg við heitinum Føroyameistarar í flogbólti.

Heitið hevur verið á veg í eina tíð, men leygardagin fall endaliga avgerðin og hetta hóast trý umfør enn eru eftir at leika av hesum kappingarárinum.


Eingin mótstøða

Fyri einari viku síðani hittust Mjølnir og TB í Trongisvági, og tann dystin vunnu klaksvíkskvinnur. Tí var lítið annað væntandi enn, at tær fóru at endurtaka sigurin leygardagin tá liðini hittust í Klaksvík, og so var.

Mjølnir vann dystin greitt 2-0 og sum settúrslitini siga, so var ikki tann stóri spenningurin í dystinum. Triðja settið var tað einasta, har TB gav líkinda mótstøðu, men tað var ikki nóg mikið til at fáa Mjølnir av kósini. Tær funnu stórspælið fram aftur í fjórða settið, sum tær vunnu heili 21-8.

Úr Klaksvík frætta vit, at tað ongantíð var nakar ivi um sigurin. Mjølnir leikararnir eru ov royndar í leikum til at lata møguleikan fyri enn einum meistaraheitið fara aftur við borðinum og tær vóru omaná allan dystin.


Tær ungu fáa kjansin

Vit hava fleiri ferðir áður nevnt, at ein av orsøkunum til, at Mjølnirkvinnurnar vinna og vinna er, at tey duga so sera væl at seta nýggjar leikarar við. Sjáldan, ella ongantíð, merkist, at leikarar gevast, tí tað standa altíð nýggir leikarar og bíða eftir møguleikanum. Leikarar, sum hava roynt seg á besta liðnum nakrar ferðir og sum tí ikki eru púra blankir, tá eitt nýtt kappingarár byrjar.

Nú meistaraheitið er í hús, eru eisini útlit til, at Mjølnir ætlar sær at gera nakað fyri teir ungu leikararnar, sum hava evnini til at leika í bestu deildini, tí sum Sosialurin skilir, so er ætlanin, at fleiri ungir leikarar skulu upp at venja saman við besta kvinnuliðnum.

Ætlanin er, at hesir leikarar í fyrsta umfari skulu venja saman við besta liðnum, men tað er heldur ikki óhugsandi, at onkur teirra sleppur at royna seg á besta liðnum áðrenn hetta kappingarárið er av.

Hetta er skilagott tiltak, og kann vera júst hornasteinurin undir einum nýggjum meistaraheitið frammi í tíðini. Slíkt gevur ungu leikarunum blóð á tonna og ger teir búnar til leikin, tá teirra herðar skulu bera hann.


TB er við enn

Hóast TB tapti dystin leygardagin, so eru tær kortini næstfremst í landskappingini hjá kvinnum. Tær liggja ájavnar í stigum við Drátt, sum kortini hevur leikt ein dyst fleiri enn tær.

Skulu vit gita um hvat av liðunum fer avstað við silvurmerkjunum, so fara vit at geva TB fyrimunin. Tær hava higartil í ár víst, at tær hava dygdir fram um Drátt og Fleyr, og tað skal fara at vísa seg, at tað verður nóg mikið til silvurið.