Sunnudagin vann Manchester United sannførandi 3-0 sigur móti arvafíggindunum úr Liverpool, og sama dag taptu Arsenal aftur. Hetta hevur við sær, at United, ið fyri fáum vikum síðani vóru fimm stig aftanfyri Arsenal, nú eru fimm stig framman fyri Chelsea, og seks stig framman fyri Arsenal. Tað íresta bert sjey umfør av inniverandi kappingarári í tí enska, og vónirnar hjá United leikarunum tykjast at vera sera góðar.
»Super Easter Sunday«
Um páskini hava verið sera avgerandi dystir í Premier League, og serliga tey fýra oddaliðini, ið dystaðust sunnudagin. United spældi heima móti Liverpool og Chelsea tóku móti Arsenal. Allir hinir átta Premier League dystirnar vórðu spældir leygardagin, og okkurt merkisvert úrslit var aftur hesaferð.
Málmansvillur og vitloysi
Dysturin sunnudagin á Old Trafford var skjótt merktur av at United leikararnar vóru væl betur tendraðir og klárir til dystin. Teir kempaðu, og vunnu sær heilt skjótt yvirtakið á miðvøllinum, har Paul Scholes slapp at dirigera, sum honum dámar so ómetaliga væl.
Tað skuldu tó ganga 34 minuttir, áðrenn tað kom hol á, og tað var takkað verið einum góðum innleggi frá Wayne Rooney, og einum – í løtum at síggja til – trilvandi Liverpool málverja. Hægstur í fimm-metra boksini var Wes Brown, og bólturin, ið José Manuel Reina ætlaði at boksa burtur, sprakk í staðin í ryggin á Brown og í einum bleytum boga fór hann yvir høvdið á Reina.
Løtuna áðrenn hevði Reina annars bjargað væl nakrar ferðir, umframt at hann var komin væl út tá vandi var á ferð.
Men 1-0 málið má Liverpool málverjin taka á sín kappa.
Fernando Torres var gjøgnum allan fyrsta hálvleik traðkaður og sparkaður av serliga Nemanja Vidic hjá United, og tá hann langt um longi fekk fríspark, hevði hann hug at kommentera tað fyri dómaranum. Hetta tímdi dómarin ikki at hoyra, og gav honum gult kort. Javier Mascherano, ið sá hetta frá á leið 20 metrum, kvikaði sær yvir til teirra og spurdi dómaran, hvat var áfatt, og ei heldur hetta vildi dómarin finna seg í, og so fekk Mascherano sítt seinna gula kort, og harvið eisini reytt. Hetta fullkomuliga oyðilegði uppleggið hjá Liverpool, og United byrjaði veruliga at dominera, og dugdu væl at nýta plássið á vøllinum.
Avgerðin kom frá Ronaldo
Dominansurin á miðvøllinum bara vaks, og tá 11 minuttir írestaðu fall avgerðin. Cristiano Ronaldo fekk onkursvegna, heilt mirakuløst misnýtt frá fimm metrum, og Reina tóktist veruliga at halda gestunum inni í dystinum. Bólturin sprakk av tvørtrænum, og út til horna. Tá bólturin kom innfyri aftur, var Ronaldo meira neyvur við høvdinum, og stýrdi honum trygt inn við handastu stong, framvið einum framstormandi Reina, ið aftur sá út sum Bambi á ísi.
Luftin tóktist veruliga at verða pressað úr ballónini, tá 2-0 málið varð skorað, og bert tveir minuttir seinni, kundi Luis Nani so endaliga sløkkja og stongja.
Chelsea heldur áfram
Chelsea skuldu sunnudagin spæla sera spennandi og avgerandi oddadyst á heimavølli móti Arsenal, og hóast gestirnar byrjaðu betur, og løgdu seg á odda, so hevði heimaliðið neyðugu styrkina, og vann 2-1, takkað verið tveimum málum frá stórspælandi Didier Drogba. Málið hjá Arsenal skoraði Bacary Sagna, og er tað hansara fyrsta mál fyri The Gunners, síðan skiftið í fjør, frá franska felagnum Auxerre.
Í boks:
Úrslitini frá 31. umfari av Premier League
Aston Villa-Sunderland 0-1 (Michael Chopra)
Blackburn-Wigan 3-1 (Santa Cruz 2, Roberts - King)
Bolton-Man City 0-0 ()
Chelsea-Arsenal 2-1 (Drogba 2 - Sagna)
Everton-West Ham 1-1 (Yakubu - Ashton)
Man Utd.-Liverpool 3-0 (Brown, C.Ronaldo, Nani)
Middlesbrough-Derby 1-0 (Sanly Tuncay)
Newcastle-Fulham 2-0 (Viduka, Owen)
Reading-Birmingham 2-1 (Bikey 2 - Zárate)
Tottenham-Portsmouth 2-0 (D.Bent, O’Hara)