Meistararnir einki stig við sær

 

Tað hevur ikki ligið serliga væl fyri hjá teimum fronsku hondbóltsheimsmeistarunum í EM-kappingini. Á pappírinum er liðið sera sterkt, men spælið hevur ikki virkað, og tað ger, at Frakland fær ikki eitt einasta stig við sær til millumumfarið.

 

Í kvøld spældu Frakland og Ungarn, og hóast fransmenn vóru á odda 14-12 eftir fyrra hálvleik, megnaðu teir ikki at forða ungarum at vinna 26-23. Ein orsøk til tað vánaliga úrslitið hjá fransmonnum var stjørnuleikarin Nikola Karabatic, sum bara fekk trý mál í 15 málroyndum. Tað skal tó eisini nevnast, at ungarski málverjin, Nandor Fazekas, spældi ein góðan dyst.

 

Hin dysturin í bólkinum var millum Spania og Russland, og hann vunnu spaniumenn 30-27 og sendu sostatt russar til hús.

 

Liðini, sum fara úr innleiðandi umfarinum í bólkunum C og D í millumumfarið, eru Kroatia við 4 stigum, Spania og Ungarn við 3 stigum, Slovenia við2 stigum og Ísland og Frakland við ongum stigi. Hetta millumfarið byrjar sunnudagin.