Meistararnir eyðmýktir av botnliðnum

Meðan HB, KÍ og NSÍ vunnu tryggar heimasigrar, eyðmýkti 07 Vestur Víking í Sarpugerði, og B36 megnaði bara eitt stig á Argjum

Sunnudagurin broytti einki í toppinum í Betri deildini.

Adrian Justinussen fann máltevið aftur, tá ið hann skoraði trý mál í 4-0 sigrinum ímóti Suðringum, og Ari Mohr Olsen skoraði fyri fjórðu ferð á rað.

 

HB er framvegis átta stig undan KÍ, sum vann 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum fyrsta korterið eftir steðgin stríddist fyri at javna. Páll A. Klettskarð varð tryggur, tá ið hann eftir eitt korter varð spældur leysur mitt fyri, og spenningurin hvarv, tá ið væl upplagdi Jóannes K. Danielsen økti til 2-0. Innskifti Óli Eyðsteinsson Poulsen staðfesti í tíðini, sum dómarin legði aftrat.

 

Í Runavík var tað leingi spennandi, hóast metmaðurin Klæmint A. Olsen í fyrra hálvleiki legði NSÍ framum. Eftir steðgin stríddist Skála fyri at javna. Tað eydnaðist ikki, og so staðfesti Klæmint A. Olsen 2-0 heimasigurin.

 

B36 og serliga Víkingur kiksaðu í kappingini um atgongumerkini til europeisku kappingarnar næsta summar.

Bjarki C. Nielsen legði AB framum, men bara ein minutt seinni javnaði Erlendur Magnussen fyri B36.

AB við málverjanum Mathias Lamhauge, sum er leigaður úr HB, stríddist fyri lívinum, og tað eydnaðist at varðveita javnleikin, hóast B36 síðstu løtuna var nógv í álopi.

 

Í Sarpugerði smurdi 07 Vestur meistararnar í Víkingi av. Gestirnir eru á veg vestur aftur við 4-1 sigri.

Nýggi danski álopsspælarin Sonny Jakobsen skoraði hattrikk, og liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen skoraðu 07 Vestur málini. Hanus Jacobsen minkaði um munin til 1-2, men tað riggaði ikki hjá meistarunum.

Longu í fyrra hálvleiki sá Andreas Lava Olsen gula kortið fyri aðru ferð og harvið varð hann vístur av vølli. Landsliðsspælarin Sølvi Vatnhamar var ikki á Víkinga liðnum í dag, og Víkingur hoyknaði av álvara ímóti væl upplagda 07 Vestur.

Pauli Poulsen og hansara menn hava alt kappingarárið verið aftast. Tað eru teir ikki longur.

 

KÍ – EB/Streymur 3-0 (1-0)

1-0: Páll A. Klettskarð

2-0: Jóannes K. Danielsen

3-0: Óli Eyðsteinsson Poulsen

 

Víkingur – 07 Vestur 1-4 (0-1)

0-1: Sonny Jakobsen

0-2: Sonny Jakobsen

1-2: Hanus Jacobsen

1-3: Høgni Egilstoft Nielsen

1-4: Sonny Jakobsen

 

NSÍ – Skála 2-0 (1-0)

1-0: Klæmint A. Olsen

2-0: Klæmint A. Olsen

 

HB – Suðringar 4-0 (3-0)

1-0: Ari Mohr Olsen

2-0: Adrian Justinussen

3-0: Adrian Justinussen

4-0: Adrian Justinussen

 

AB – B36 (1-1)

1-0: Bjarki C. Nielsen

1-1: Erlendur Magnusson

 

Støðan

HB

20

17

1

2

42

14

52

20

14

2

4

37

14

44

NSÍ

19

12

3

4

42

15

39

Víkingur

19

11

2

6

32

23

35

B36

19

10

4

5

38

25

34

EB/Streymur

19

4

6

9

20

31

18

Skála

19

5

3

11

16

29

18

Suðringar

19

4

3

12

17

33

15

07 Vestur

19

3

1

15

19

47

10

AB

19

2

3

14

9

41

9

 

 

20. umfar

Hósdagin 16. august

07 Vestur - HB 1-4

B36 - KÍ 2-1

Hósdagin 23. august

EB/Streymur - Skála

Víkingur - Suðringar

AB - NSÍ

 

Leygardagin 25. august

Finala um løgmanssteypið

B36 - HB kl. 19.45