Ein tann besti fótbóltsdysturin á árinum. Tað var niðurstøðan hjá fleiri óheftum áskoðarum, eftir at meistararnir í NSÍ úrslitaliga høvdu reist seg og á heimavøllinum við Løkin høvdu tryggjað sær trý stig við 1-0 sigri á HB.
Tapið var undirstriking av, at tað ikki hilnast nakað serligt hjá HB á útivølli í ár, og at tað er serliga soltið í Eysturoy. Einasta ferðin, at HB yvirhøvur hevur skorað mál í Eysturoy, var í 2-1 sigrinum á Skála. Umframt á Skála hava havnarmenninir vitjað á Toftum, í Gøtu, í Fuglafirði og nú í Runavík. Burtur úr eru spurdir málleysir javnleikir í Sarpugerði og á Svangaskarði og 1-0 tap í Fuglafirði og í Runavík.
Sigursmálið hóskvøldið skoraði eyðsýndi og nú eisini málsókni Jóhan Troest Davidsen miðskeiðis í 2. hálvleiki. Eftir langt Einar Hansen innkast gav Mortan úr Hørg óneyðugt horna í NSÍ vinstru. Hjalgrím Elttør sendi høgt innfyri, og so vísti ein av stóru trupulleikunum hjá HB seg. Ferð eftir ferð vóru havnarmenninir yvirmannaðir í egnum brotsteigi, tá ið NSÍ hevði deyðbóltsstøður, og ferð eftir ferð var vandi á ferð, tí mótstøðumenninir vóru leysir!
Hesa ferð legði Einar Hansen innfyri aftur úr høgru, og mitt fyri málinum og ímillum níggju!! mótstøðumenn, og meðan málverjin var staddur úti við brotssparksblettin!, hevði Jóhan Troest Davidsen møguleika við høvdinum at stýra bóltin í kassan.
HB royndi at sleppa upp í part aftur. Tekningin var til fleiri góð álop. Longu miðskeiðis í 1. hálvleiki broytti HB uppstilling frá 4-3-3 og til 4-4-2. Lítil broddur var í uppspælinum í høgru, men í vinstru vóru Poul Thomas Dam og Jákup á Borg ofta upp á spæl ímóti nýggja vongverjanum Jónasi Þór Næs, sum stríddist væl, inntil hann skaddur noyddist at taka seg aftur.
Fimm minuttir eftir steðgin hevði Jákup á Borg rundað Tórð Thomsen, sum tøvdi, tá ið hann var á veg fram, men lukku tíð fyri málverjan og NSÍ, so megnaði verjan at rudda burtur.
Hans á Lag og Páll Mohr Joensen, sum orsaka av skaða hevði verið ivasamur, vórðu settir inn fyri at leggja trýst á. Sum í 1. hálvleiki vísti HB fleiri ferðir gott uppspæl um sentrala miðvøllin og síðurnar. Andrew av Fløtum var óførur at leita aftur á vøllin fyri at taka lut í uppspælinum, men tað spurdist einki mál burturúr. Eysturoyar verjurnar tykjast ov stinnar fyri HB, og orsøkin er eisini, at tað restar broddur í álopinum. HB eigur ongan boksspælara, og vandamiklastu royndirnar áttu Poul Thomas Dam og Andrew av Fløtum við langskotum.
Hava ment seg
Tað kundi havt koppað báðar vegir, men at enda hevði NSÍ møguleikar at økja um leiðsluna. Serliga Øssur Dalbúð mundi iðra seg, tá ið hann úr góðari støðu stutt úr málinum sendi uppum.
At øll stigini vóru eftir við Løkin komst ikki minst av, at fleiri av meistarunum nú vísa støðið frá í fjør: Óli Hansen í miðverjuni, Einar Hansen á vinstra vongverja og serliga Nenad Stankovic á sentrala miðvøllinum hava fyrr í ár ikki altíð megnað støðið frá í fjør. Tað gjørdu teir væl og virðiliga hesa ferð, og fleiri ferðir brutu Bogi Løkin í høgru og Hjalgrím Elttør i vinstru ígjøgnum.
At spælskipanin var broytt frá 4-5-1 og til 4-4-2 tóktist bera við sær, at tað var meiri pláss hjá Nenad mitt á, har hann saman við Milan Pejcic vann uppgerðina við mótstøðumenninar, sum kortini vóru við til at mynda fína og ferðmikla uppgerð, ið var myndað av góðum hugflogi, fáum mistøkum og intensiteti í nærdystum og stríðnum um næstu bóltarnar.
Óli Hansen kundi havt lagt NSÍ framum beinanvegin. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tí hann helt, at Øssur Dalbúð, sum hesa ferð var undir liðini á Karoly Potemkin, var skumpaður um koll. Óli Hansen var kaldur, tá ið hann setti bóltin í málið, men dómarin bríkslaði fyri nýggjum sparki, tí hann helt, at aðrir NSÍ spælarar høvdu verið og skjótir í brotsteigin, og tá gjørdi Óli ov skjótt av. Bólturin rakti tvørtræið og fór upp um málið.
Men tá ið Petur Reinert hevði bríksað fyri síðstu ferð, var vónbrotið 85 minuttir frammanundan gloymt.
NSÍ er á veg til Georgia við feskum sigri og øktum sjálvsáliti, eftir at Víkingur undir vitjan við Løkin fyri viku síðani rudduliga setti meistararnar upp á pláss. HB slikkar sárini. Tapið í Runavík var staðfesting av, at stigini ikki verða so lætt vunnin hvørja ferð, sum tey vóru, tá ið B68 sunnudagin vitjaði í Gundadali.
NSÍ-HB 1-0 (0-0)
1-0: Jóhan Troest Davidsen 65.
Dómari: Petur Reinert
NSÍ: Tórður Thomsen – Jónas Þór Næs (Pól Jóhannus Justinussen, 71.), Óli Hansen, Jóhan Torest Davidsen, Einar Hansen – Bogi Løkin, Nenad Stankovic, Milan Pejcic, Hjalgrím Elttør – Øssur Dalbúð (Filip Jacobsen, 90.), Karoly Potemkin
Gult kort: Nenad Stankovic
HB: Marcin Dawid – Mortan úr Hørg (Pætur Jørgensen, 80.), Fróði Benjaminsen, Vagnur Mohr Mortensen, Poul Thomas Dam (Hans á Lag, 86.) – Rógvi Poulsen (Páll M. Joensen, 71.), Milan Kuljic, Ólavur í Ólavsstovu – Jákup á Borg, Andrew av Fløtum, Christian Høgni Jacobsen
Gult kort: Jákup á Borg
Góð gáva
HB venjarin, Johan Nielsen, er sannur veteranur í føroyskum fótbólti. Hann hevur vunnið nógvar sigrar og FM, men sigurin hesa ferð smakkaði honum heilt væl, og hann var nøgdur við avrikið.
Eftir vónbrotið ímóti Víkingi høvdu hansara menn reist seg. Sigurin var fín føðingardagsgáva til venjaran, sum fylti 68 ár hósdagin. Tey trý stigini bera við sær, at NSÍ leggur trýst á EB/Streym, sum sunnudagin skal í Gundadal og reisa seg eftir laka avrikið í Fuglafirði síðsta leygardag.
NSÍ liðið fer av landinum leygardagin. Dysturin í europeisku meistarakappingini í Georgia verður mikudagin.
Segði farvæl
Christian Høgni Jacobsen var fyri síðstu ferð – í hesum umfarinum í hvussu so er – á HB liðnum. Nú fer hann niður til Keypmannahavnar, har AB í 1. deild er nýggi arbeiðsgevari hansara.
Christian Høgni bað sostatt farvæl við føroyskan fótbólt á vøllinum, har hann hevur slitið flestar fótbóltsskógvar.
HB liðið haltaði í orðsins sanna týdningi. Páll Mohr Joensen kom ikki á vøllin fyrrenn í 2. hálvleiki, tí hann er skaddur í rygginum. Rasmus Nolsøe og Kári Nielsen vóru ikki í hópinum. Teir eru báðir vøddaskaddir.