Meistararnir sendir úr steypakappingini!

Steypavinnararnir tvey tey seinastu árini í EB/Streymi hava við 4-2 sigri í Fuglafirði í dag tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Harvið er tað greitt, at ÍF, sum tvey tey seinastu árini hevur tapt finalurnar ímóti EB/Streymi, ikki longur er partur í steypakappingini í ár.

Hans Pauli Samuelsen var sera eyðsýndur í uppspælinum, og alt var, sum tað plagar at vera, tá ið Arnbjørn Hansen beinanvegin skoraði. ÍF svaraði aftur, og hjá EB/Streymi kom tað illa við, tá ið Arnbjørn Hansen noyddist skaddur av vølli. Levi Hanssen var síðani fremsti maður, og tað greiddu hann og liðfelagarnir væl ímóti heimaliðnum, ið ivaleyst fer at fokusera upp á verjuspælið, ið ikki var sannførandi.

Meistararnir í B36 eru heldur ikki longur við í steypakappingini. B36 vitjaði í Sarpugerði, har Víkingur var bragdligur í 1. hálvleiki og legði seg framum 1-0. Eftir steðgin var B36 greitt omaná, og tað vóru spentar støður frammanfyri Víkinga málið, men aftur hesa ferð var Geza Turi sannur brandur í málinum hjá teimum ljósabláu.

Í Klaksvík tryggjaði KÍ sær við 4-2 sigri á NSÍ pláss í fjórðingsfinaluni. Í 2. hálvleiki var eingin ivi um, at tað var heimaliðið, ið var omaná.

FC Suðuroy livdi væl og virðiliga upp til tað, sum tað kundi roknast við av favorittunum á heimavølli ímóti Skála, ið er á veg til hús við 5-0 tapi.

Á Svangaskarði vann B68 2-1 ímóti 07 Vestur. Bæði heimamálini vórðu skorað miðskeiðis í 1. hálvleiki við langskotum. Tað kom spenningur í aftur, tá ið 07 Vestur miðskeiðis í 2. hálvleiki minkaði um munin, men heimaliðið reið stormin av og hevur nú vunnið fyri fyrstu ferð i ár. Hetta var eisini fyrsta ferðin í ár, at B68 megnaðí at skora mál.

Á Argjum vann AB 5-2 í grannauppgerðini ímóti Giza/Hoyvík. Inntil tað restaðu tíggju minuttir var støðan 4-0.

Á Vágseiði vann HB 3-1 ímóti TB, eftir at hálvleiksstøðan var 2-0 til HB. Í 2. hálvleiki økti Christian R. Mouritsen til 3-0 við brotssparki, og í yvirtíðini minkaði blaðungi Poul Ingason um munin til 3-1 til HB. Stóri spælarin hjá HB var Símun Samuelsen, sum skoraði eitt mál og var við í uppspælinum til hini bæði.

Í síðsta dystinum hevði Undrið FF í Gundadali vitjan av B71, sum fór suður við fjórðingsfinaluplássi. Úrslitið var 10-8 til B71. Eftir vanliga leiktíð var úrslitið 4-4. Í longdu leiktíðini skoraðu bæði liðini hvør sítt mál, og brotssparkskappingina vann B71 5-3.

 

---

 

Liðugt!

90 min

2-4

 

85 min.

2-4

ÍF roynir at trýsta, og Bartal Eliasen er fluttur úr miðverjuni og fram í álopið. Fyri løtu síðani hevði ÍF bóltin í málinum, men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu. Karl Løkin hevur havt góða skotroynd, men René Tórgarð beindi bóltin út til hornaspark.

 

80 min.

2-4

EB/Streymur hevur av álvara lagt seg á sigurskós í Fuglafirði. Eftir kloddarí í heimaverjuni og uppspælinum legði Jónhard Frederiksberg, sum í dag er vinstri vongverji, við fløtum skoti dygst fram við nærra stólpa EB/Streym framum, og ein minutt seinni var tað Sorin Anghel, sum við rimmar skoti úr 25 metrum og upp um eitt sindur uttarlaga stadda Jákup Mikkelsen, ið legði EB/Streym framum 4-2!

 

75 min.

2-2: Bartal Eliasen br 73.

Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at bólturin rakti í armin á Egili á Bø. Henda dómin hildu teir í EB/Streymi lítið um, tí armurin var upp á pláss, sum tað plagar at verða tikið til.

Brotssparkinum bilti einki. ÍF liðformaðurin Bartal Eliasen smekkaði við dundurskoti bóltin í netmeskarnar.

Bogi Løkin er komin inn á ÍF liðið fyri Dánjal á Lakjuni, og Áki Petersen er komin inn á ÍF liðið fyri Uni R. Petersen.

 

70 min.

1-2

Nú hevur jánkasligheitin í ÍF verjuni kostað eitt mál. Fuglfirðingar mistu í uppspælinum, og eftir eina sending megnaði væl upplagdi Levi Hanssen at sneiða seg leysan í brotsteiginum og við fínum skoti at leggja EB/Streym á sigurskós!

 

65 min.

1-1

Tað er ikki so nógvur broddur í heimaliðnum, og nú hevur venjarin Flemming Christensen tikið avleiðingarnar. Simon Skibsted, sum hevur sitið á beinkinum, er komin á vøllin, og út er farin miðvallarin Jákup Johansen.

 

60 min.

1-1

Tað er framvegis intenst og spennandi. Fótbóltsspælið er á góðari leið, og síðstu lítlu løtuna hevur heimaliðið verið sera væl við.

 

55 min.

1-1

Verjuspælið hjá ÍF er lítið sannførandi. EB/Streymur er ágangandi, og tað sæst aftur í, at talan er um nógvar spentar støður frammanfyri málið hjá Jákupi Mikkelsen.

Væl uppløgdu EB/Streyma menninir hava ofta verið framvið. Nú er Levi Hanssen fremsti maður hjá EB/Streymi.

 

 

Hálvleikur

45 min.

1-1: Jan Ó. Ellingsgaard 44.

Lítla løtu undan hvíldini hevur ÍF svarað aftur. Eftir hornasparksinnlegg og eitt sindur av aftur og fram kiksaði tað, tá ið EB/Streyma verjan roynda at sparka burtur. Bólturin kom fyri føturnar á vinstra vongverjanum Jan Ó. Ellingsgaard, sum - staddur eitt sindur innfyri brotsteigarmarkið - pløkkaði bóltin upp í nærra málhornið.

 

35 min.

0-1

Gongdin er tann sama í Fløtugerði, har tað framvegis er intensti og undirhaldandi. Fyri EB/Streym er tað stórur smeitur, at málskjúttin í dag og stóri málslúkkurin á liðnum, Arnbjørn Hansen, fyri løtu síðani noyddist at taka seg av vøllinum, tí hann tóktist vera skaddur í lærkrikanum. Í hansara stað er komin Arnar Dam.

 

25 min.

0-1

Tað er sera undirhaldandi í Fuglafirði, har báðir partar søkja at við nógvum fólki. ÍF hevur fleiri ferðir verið um reppið at javna, og størsta møguleikan hevði Clayton Soares, men tað eydnaðist akkurát ikki. EB/Streymur var tætt við at økja, tá ið ÍF var skjøtisleyst í verjuspælinum, men Anrbjørn Hansen sendi bóltin dygst við síðuna av.

 

15 min.

0-1

Eftir at EB/Streymur var um reppið at økja um leiðsluna, tá ið Arnbjørn Hansen hevði góða roynd - aftur hesa ferð eftir uppspæl í vinstru og innlegg - so hevur heimaliðið ment seg. Fuglfirðingar vildu hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, tá ið Clayton Soares varð togaður um koll, men Dagfinn Forná tangdi.

 

5 min.

0-1: Arnbjørn Hansen 4.

Eftir uppspæl frá René Tórgarð í málinum og fram í vinstru síðu, endaði tað við fløtum innleggi frá Hans Paula Samuelsen, og so var Arnbjørn Hansen fyrstur á bóltinum, sum hann stýrdi inn um Jákup Mikkelsen í ÍF málinum.

 

ÍF-EB/Streymur kl. 15.00

Dómari: Dagfinn Forná

ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ó. Ellingsgaard -

Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Jákup Johensen, Frank Poulsen, Nenad Saric - Thomas Asmussen, Clayton Soares

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jónhard Frederiksberg -

Levi Hanssen, Pauli G. Hansen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen - Anrbjørn Hansen, Niels Pauli Danielsen

 

---

 

Liðugt

90 min.

4-2

 

85 min.

4-2

Alt bendir á, at tað verður heimaliðið, ið fer at sigra. NSÍ hevur spent álopsbogan við at senda miðverjan Jens Joensen fram í álopið.

 

60 min.

4-2: sjálvmál 57.

Tað er sannur steypadystur í Klaksvík, har bæði liðini eru sera álopshugað.

KÍ økti um leiðsluna til 4-2 eftir hornasparksinnlegg. Heðin á Lakjuni stútaði á vinstra vongverjan Sjúrð Jacobsen, og so fór bólturin í málið aftanfyri Kristian Joensen.

 

55 min.

3-2: Klæmint A. Olsen br 54.

NSÍ hevur enn eina ferð svarað aftur í Klaksvík. Hesa ferð var tað Klæmint A. Olsen, sum umsetti brotsspark til mál. Andras Gango feldi Klæmint A. Olsen, sum sjálvur tók sær av avgreiðsluni úr ellivu metrum, og tað megnaði hann til fulnar.

 

50 min.

3-1: Kristoffur Jakobsen 47.

Klaksvíkingar hava lagt bragdliga fyri eftir hvíldina. Eftir uppspæl í vinstru og innlegg royndi NSÍ verjan at fáa bóltin út frá, men tað eydnaðist ikki. Kristoffur Jakobsen steðgaði bóltinum á brotsteigarmarkinum og smekkaði bóltin í málið, so støðan nú er 3-1 til KÍ.

 

Hálvleikur

2-1

NSÍ hevur síðstu løtuna undan steðginum verið leikliga betri við, og KÍ hevur í skjótum atsøknum verið tætt við í tveimum førum.

 

35 min.

2-1: Jann Martin Mortensen 32.

NSÍ svaraði beinanvegin aftur, eftir at KÍ hevði økt um leiðsluna. Málskjútti var miðvallarin Jann Martin Mortensen.

 

30 min.

2-0: Kristoffur Jakobsen 28.

Eftir innlegg frá Andy Olsen úr vinstru stýrdi Kristoffur Jakobsen bóltin í málið aftanfyri Kristian Joensen í NSÍ málinum.

 

10 min.

1-0: Páll A. Klettskarð 9.

KÍ bygdi upp frá málverjanum, og tað var Philip Djordjevic, sum við snildari sending stakk málskjúttan leysan í brotsteiginum.

KÍ er meiri spælstýrandi, og NSÍ hevur fyrstu løtuna verið eitt lítið sindur afturhaldandi.

 

KÍ-NSÍ kl. 15.00

Dómari: Ransin Djurhuus

KÍ: Andras Gango - Gunnar Christiansen, Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni - Philip Djnordjevic, Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Andy Olsen - Páll A. Klettskarð, Kristoffur Jakobsen

NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen, Jens Joensen, Pál Mohr Joensen, Sjúrður Jacobsen - Debes Danielsen, Jann Martin Mortensen, Óli Arge, Ari Ó. Ellingsgaard - Magnus Olsen, Klæmint A. Olsen

 

---

 

Liðugt!

90 min.

1-0

B36 stríðist fyri av javna, men higartil hevur tað ikki eydnast. Innskifti Dánjal Rói Olsen og Jonas Flindt Rasmussen hava sæð gult, og Dánjal Rói hevur við stútara sent bóltin dygst skeivu megin stólpan!

 

85 min.

1-0

Símun Hansen er komin inn í B36 álopið í staðin fyri liðformannin og miðvallaran Klæmint Matras, men hóast B36 hevur havt møguleikar, so er støðan framvegis 1-0 til Víking, ikki minst tí Geza Turi hevur staðið so ógvuliga væl í Víkinga málinum.

 

65 min.

1-0

B36 leggur nógv fyri, men higartil hevur heimaliðið megnað at halda tørn. Rasmus Dam Sørensen hevur eftir fríspæling frá Súna Olsen havt góðan møguleika, men Geza Turi bjargaði meistarliga, og síðani hevur Víkinga málverjin vart fyri góðum royndum frá Lukaszi Cieslewicz og Súna Olsen.

Víkingur hevur sett Hans Jørgen Djurhuus á vøllin í staðin fyri Hjartvard Hansen.

 

60 min.

1-0

B36 hevur verið ágangandi síðani steðgin. Bestu royndina hevur Símun Joensen havt, men fluktskotið hjá honum streyk framvið samankomingini. Støðan stóðst eftir innlegg úr høgru frá Lukasz Cieslewicz.

 

Hálvleikur

1-0

 

40 min.

1-0

Bestu royndina síðstu løtuna hevur miðverjin hjá heimaliðnum, Erling Jacobsen, havt eftir hornasparksinnlegg, men bólturin fór dygst skeivu megin stólpan.

 

35 min.

1-0

Tað gongur javnt á. Bestu B36 royndina hevði Súni Olsen fyri lítlari løtu síðani, men eftir fríspark úr 25 metrum fór bólturin omanfyri málið hjá Geza Turi.

 

20 min.

1-0: Kaj Leo í Bartalsstovu

Lasse Qvist royndi seg mitt fyri. Meinhardt Joensen hálvbjargaði, og so var Kaj Leo í Bartalsstovu fyrstur á returbóltinum.

Tað gongur hampuliga javnt á, men kanska hevur heimaliðið verið eitt sindur meiri ágangangdi.

 

Víkingur-B36 kl. 15.00

Dómari: Lars Múller

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Hjartvard Hansen, Fritleif í Lambanum, Evrard Blé, Sølvi Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu - Lasse Qvist

B36: Meinhard Joensen - Bárður Olsen, Jonas Rasmussen, Atli Danielsen, Símun Joensen - Heini í Skorini, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen, Súni Olsen - Rasmus Dam Sørensen, Lukasz Cieslewicz

 

---

 

Liðugt!

90 min

2-1: Hans Arni Ellefsen

Tað er spenningur í, nú teir spæla tíðina, sum dómarin hevur lagt aftrat. Innskifti Hans Arni Ellefsen minkaði miðskeiðis í 2. hálvleiki um munin eftir skjótt mótálop, og síðani hevur 07 Vestur verið rættuliga væl við á Toftum.

 

Hálvleikur

2-0

 

40 min.

2-0

Leikliga hevur ikki verið so ógvuliga stórur munur. Í landskappingini hevur tað higartil ikki eydnast B68 at fáa mál. Í dag hava toftamenn skorað tvær ferðir. Í báðum førum var talan um royndir úr stórari fjarstøðu, sum málverjin kanska átti at havt vart fyri. Í fyrra førinum var miðvallarin Remi Langgaard málskjútti, og í seinna førinum - bara eina lítla løtu seinni - var tað miðvallarin Jústinus R. Hansen, sum var málskjútti.

Líkindini at spæla fótbólt eru sera góð á Svangaskarði.

 

B68-07 Vestur kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

 

---

 

40 min

0-2: Fróði Benjaminsen 39.

TB hevur havt bóltin stóran part av tíðini, síðani HB fekk hol á, men nú man HB hava punkterað spenningin. HB liðformaðurn Fróði Benjaminsen økti um leiðsluna, eftir at Símun Samuelsen hevði spælt hann leysan.

 

20 min.

0-1: Símun Samuelsen

HB hevur lagt seg á odda á Vágseiði, har TB eigur heimavøll. Málskjútti var Símun Samuelsen í eyðkendum stíli. Diagonalsending varð løgd úr høgru og í handara borð, og Símun Samuelsen rann frá verjuni og lyfti bóltin upp um málverjan og í málið.

 

TB-HB: Petur Reinert kl. 16.00

 

----

 

Liðugt!

90 min.

5-2

Argjamenn hava spælt seg í fjórðingsfinaluna. Tíggju teir síðstu minuttirnar vórðu fýra mál skorað: Tummas Justinussen økti um munin til 4-0 í 80. minutti, Allan Enghamar minkaði um munin til 4-1 við brotssparki í 82. minutti, Jan Jacobsen minkaði um munin til 4-2 í 84. minutti, og í næstsíðsta minutti varð 5-2 heimasigurin staðfestur, tá ið Hoyvík/Giza gjørdi sjálvmál.

 

Hálvleikur

45 min.

3-0

Heimaliðið hevur verið greitt omaná í grannauppgerðini á Argjum,og tað sæst aftur í tølunum. AB er á odda 3-0.

Jónas Stenberg setti hol á í 21. minutti, og so hevur Jobin Drangastein skorað tvær ferðir - í 23. og 30. minutti.

 

AB-Giza/Hoyvík kl. 15.00

Dómari: Bárður Mortensen

 

----

 

Liðugt

90 min.

5-0

 

75 min.

5-0

Talan tykist fara at vera um stórsigur til heimaliðið á Vágseiði. Heini Vatnsdal økti um leiðsluna til 4-0 í 64 minutti, og fimm minuttir seinni var John Tordar Poulsen enn eina ferð málskjútti.

 

55 min.

3-0: Jón Krosslá Poulsen 48.

Heimaliðið er á kós ímóti fjórðingsfinaluni. Við frísparksskoti úr einum 40 metrum sendi Jón Krosslá Poulsen bóltin í málið, so støðan nú er 3-0 til FC Suðuroy.

 

Hálvleikur!

45 min.

2-0: John T. Poulsen 42.

Heimaliðið hevur stutt undan steðginum økt um leiðsluna. Hesa ferð var tað John Tordar Poulsen, sum í fjør var toppskjútti í næstbestu deildini, ið skoraði. Við fínum sparki eitt sindur úr høgru í brotsteiginum og umvegis handara stólpan økti hann um leiðsluna, so hon er 2-0, nú teir eru farnir at hvíla seg á Vágseiði.

 

40 min.

1-0

Uppløgdu málmøguleikarnir hava ikki verið so nógvir, og tað knípir at fáa skipað fótbóltsspæl í lag. Heimaliðið er meiri á bóltinum enn gestirnir.

 

25 min.

1-0

Líkindini at spæla fótbólt eru góð á Eiðinum, har støðan framvegis er 1-0 til heimaliðið. Tað hevur ikki verið so stórur munur á liðunum.

 

Fyrsta bríkslið í fyrsta dystinum í áttandapartsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið var á Eiðinum í Vági klokkan 14.

FC Suðuroy hevur vitjan av Skála, og heimaliðið hevur lagt bragdliga fyri. Longu í 8. minutti skoraði Jón Krosslá Poulsen, eftir framlegging frá Heina Vatnsdal, so støðan er 1-0.

 

FC Suðuroy-Skála kl. 14.00

Dómari: Rói Jacobsen

 

---

 

Undrið FF-B71: Alex Troleis kl. 17.15