Meistararnir í trongum skóm

Tað stóð nógv á hjá føroyameistarunum, tá uppflytararnir vitjaðu sunnudagin, men við einum hepnum máli fram móti dystarenda vórðu tey trý stigini kortini verandi í Suðuroynni

 

VB-EB/Streymur 1-0 (0-0)


Fótbóltur


Tað var einki at ivast í, hvør var favorittur, tá EB/Streymur sunnudagin kom á vitjan í Vági. Sum uppflytari er tilveran aloftast hørð, og tá talan so eisini er um útidyst móti føroyameistarunum, er einki at siga til, um vónirnar ikki eru av teimum allarbestu.


Hildu um verjupartin

Hetta tóktist tó ikki á nakran hátt at nerva teir á samansetta liðnum, tá farið var á vøllin. Gaman í vóru teir als ikki komnir suður fyri at hava nakran skapandi leiklut. Heldur løgdu teir dent á verjupartin í vónini um at halda javnleikin, og kanska enn tá loypa hvøkk á mótstøðumenninar við onkrum skjótálopi.

Í fyrra hálvleiki eydnast hetta eisini. Vágbingar høvdu bóltin at kalla alla tíðina, men tjúkt var fyri, og teir høvdu tí ilt við at spæla seg fram til nakrar veruliga møguleikar. Einar tvær ferðir áttu teir kanska at skorað, men úr fríari støðu stútaði Birgir Jørgensen á málverjan, meðan Jón Pauli Olsen rakti stongina, tá hann brádliga stóð leysur á sjálvum málteiginum.

Hinvegin skapti EB/Streymur ikki tað heilt stóra. Onkur mótálop vóru, og onkur hornaspørk spurdust eisini burturúr, men rættiliga vandamikið gjørdist tað ongantíð. Besta royndin mundi vera eitt langskot, men hesum fekk Bjarni Johansen kortini vart fyri.


Sama skilið

Í seinna hálvleiki var at kalla sama skilið. Vágbingar trýstu og trýstu, men mál fingu teir framvegis ikki. Aftur vóru teir nær við einar tvær ferðir, men fyrru ferðina bjargaðu gestirnir á málstrikuni, og tá so Predrag Zivkovic ta einu ferðina slapp sær framvið allari mótstøðuni, eydnaðist kortini Gunnari á Steig at verja fyri, tá jugoslavin bert hevði málverjan eftir.

Líkt var tí kanska til, at talan hóast alt skuldi gerast um málleysan javnleik. Minuttirnir gingu, og so líðandi vaks frustratiónin hjá bæði leikarum og áskoðarunum hjá heimaliðnum.

Heilt fram til 83. minutt vórðu hesi hildin á pínubeinkinum, og tá VB so loksins skoraði, var talan um eitt mál av heldur hepnara slagnum. Beint uttan fyri brotsteigin royndi Marek Vierzbicki seg við einum skoti. Vandin var kanska ikki so øgiliga stórur, men á vegnum bar bólturin við beinið á Andrzej Pacek, so Gunnar á Steig bert kundi hyggja at, meðan bólturin sigldi í meskarnar.


Á rættari leið

Sigurin hevði fyri VB við sær, at teir nú aftur eru at finna á einum heiðursmerkjaplássi. Fyri fáum vikum síðani var hetta ikki nakað, sum tosað varð serliga hart um í Vági. Meistararnir høvdu tá tapt tríggjar ferðir á rað, men nú er vend av álvara komin í. Hvussu langt teir kunnu røkka í ár, fæst helst ein ábending um, tá teir komandi vikuskiftið fara til Havnar. Har er mótstøðuliðið B36, sum tykjast at vera sera væl fyri í løtuni, og spurningurin tykist vera, hvørt vágbingar eru førir fyri at steðga teimum.

Hóast teir í EB/Streymi munnu iðra seg um tapið fyri vágbingum, so er einki at taka seg aftur í, at uppflytararnir higar til hava víst dygdir, sum kunnu viðvirka til at tryggja teimum eitt nýtt kappingarár í bestu deildini. Talan hevur als ikki verið um tey stórtapini, sum fólk kanska bóru ótta fyri undan kappingini, og sjokk-sigurin á norðoyastevnu vitnaði eisini um, at øll mótstøðulið eiga at ansa sær fyri nýggja liðnum.

Tað man eisini vera ein góð sálarlig barlast, at leikararnir nú líka sum vita, at teir væl kunnu standa seg í deildini. Hetta gevur mót og áræði undan dystunum, soleiðis at líka mikið, hvussu stór og møtumikil uppgávan annars tykist at vera, so eru allir til reiðar at lata eitt 100% avrik hvørja ferð. Verður tað eisini galdandi framyvir, er lítið og einki at ivast í, at EB/Streymur eisini komandi ár verður at síggja í bestu mansdeildini.


Dysturin í tølum

VB-EB/Streymur 1-0 (0-0)

1-0: Marek Vierzbicki 83

Dómari: Petur Hansen (LÍF)


VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Marek Vierzbicki, Michael í Lágabø, Krzyztof Popczynski, Jón Pauli Olsen ? Robert Ciezlewicz, Birgir Jørgensen

EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Christian Carlsson, Ólavur Poulsen, Alfred Jacobsen ? Halldórur Joensen, Knút Vesturtún, Andrzej Pacek, Andreas J. Dahl, Eyðfinnur Joensen ? Jón Sigurð Gleðisheygg, Sorin Anghel