Bæði B36 og Víkingur vóru ógvuliga skerd undan dystinum í Gundadali sunnudagin. Hjá B36 vóru Meinhardt Joensen, Klæmint Matras og Símun Hansen ikki tøkir vegna leikbann, umframt at Høgni Eysturoy var skaddur. Víkingur hevði báðar vongverjarnar sínar, Hanus Jacobsen og Bárð J. Hansen, skaddar, somuleiðis sum Lasse Qvist ikki er komin fyri seg eftir drúgvan skaða.
Víkingur byggir stórar partar av spælinum upp rundan um júst vongverjar sínar, og tað sást greidliga, at teir manglaðu. Hinvegin sýntu avloysararnir hjá B36 allir góð avrik.
Eingin ivi
Víkingur hevði trupulleikar frá byrjan við at fáa spælið á glið, og eftir nógvar miseydnaðar spælingar var tað B36, sum fekk høvið at sita mest á bóltinum. Teir fingu góðar stundir at halda upp á bóltin og vóru gløggir í uppspælinum.
Eftir góðum korteri fekk Rasmus Dan Sørensen ein púra frían stútara eftir eitt hornasparksinnlegg, men bólturin fór omanfyri málið. Hetta var kanska bara eitt ávaringarskot, tí fáar minuttir seinni legði B36 seg uppiborið á odda. Víkingur misti enn einaferð bóltin í vandamiklari støðu mitt á miðjuni – hesaferð krøkti Súni Olsen bóltin av Joseph Bassene. Súni Olsen spældi síðani Lukasz Cieslewicz, sum við einari góðari vending kom at standa rímiliga leysur í spískari støðu, haðani hann sendi bóltin framvið Geza Turi í Víkinga-málinum til 1-0 til heimaliðið.
Herbert comeback
Tíðliga í dystinum gjørdist Jonas Flindt Rasmussen skaddur, og í hansara stað kom Herbert í Lon, sum annars hevði takkað fyri seg og í ár hevur hjálpt til á næstbesta liðnum.
10 minuttir eftir leiðslumálið økti B36. Teir fingu eitt av sínum mongu hornaspørkum, og Jákup á Borg sendi bóltin í pannuna á einum púra leysum Símuni Joensen, sum hevði lætt við at stúta bóltin í mál til 2-0. Hetta var ikki einasta ferðin, at verjan hjá Víkingi svav.
Aftur gingu bara 10 minuttir, áðrenn Víkingur aftur mátti fiska bóltin úr egnum máli. Eftir frálíkt samanspæl inni í brotsteiginum var tað einans 16 ára gamli Rasmus Dan Sørensen, sum útplaseraði málmannin og økti til 3-0.
Tveir minuttir undan hálvleikinum var tað um reppið, at Súni Olsen gjørdi tað til 4-0, men ein stórbjarging frá Geza Turi syrgdi fyri, at B36 var á odda 3-0 í hálvleikinum.
Luftin fór
Í seinna hálvleiki vórðu teir úr Víkingi tvungnir at koma longri fram á vøllin og at skapa meiri enn teir gjørdu í fyrra hálvleiki, men tað høvdu teir als ikki útgerðina til henda dagin. Ein væl upplagdur Kaj Leo í Bartalsstovu hótti av og á á vinstra vongi, men frammanfyri málinum vóru teir ikki nær við.
B36 sat framvegis fyri tað mesta á bóltinum. Heldur enn at leita eftir málinum, so spældu teir bóltin nógv runt á vøllinum og tóku luftina úr dystinum. Víkingur hinvegin var skiljandi meiri beinleiðis í sínum spæli, men tættari enn ein stóran møguleika frá Evrard Blé við høvdinum og tvey góð langskot frá Joseph Bassene og Kaj Leo í Bartalsstovu, komu teir ikki.
10 minuttir fyri leiklok misti Víkinga-liðskiparin, Atli Gregersen, høvdið, og fekk hann uppiborið reytt kort fyri eina alt ov seina og harða takkling ímóti bygdamanni sínum, Súna Olsen.
Lágt botnstøði
Gaman í var Víkingur nakrar av sínum leikarum fyri uttan, men ein hevur hug at seta spurnartekin við støðið hjá Víkingi, nú teir somikið greidliga vóru sárir og í grundini vístu eitt skakandi lágt botnstøði.
B36 var enn verri rakt av skaðum og leikbannum til dystin, men høvdu teir fleiri egnar uppaldar leikarar at seta á vøllin, sum allir vístu eitt gott avrik, og var tað við til at leggja lunnar undir einum væl úr hondum greiddum avriki.
Ein skal tó ikki gloyma, at hetta var fyrsta ferðin, at Víkingur traðkaði við síðuna av, og at teir framvegis halda fast í oddasessinum. Í B36 vóna tey hinvegin, at hetta var ein vend í misjøvnu gongdini seinastu tíðina, har trý tap í Gundadali á rað høvdu fingið fólk at snerkja.