Fyrrverandi Spice-gentan Melanie C gav í kvøld eina rimmar konsert á Vágsbø, har professionalisman var í hásæti Sjúrður Skaale kom á pall klokkan á leið 22, og presenteraði Mel C sum fitta, sjarmerandi og dugnaliga.
Og hetta síðsta prógvaði Mel C. on sang sera væl og til UG. Talan var í veruleikanum um eina framførslu, har Mel sang væl og reint. Hon hevur eina rødd, ið megnar bæði djúpar og høgar tónar, og ongin slingur er í valsinum.
Fleiri still løg vóru á skránni, men sanniliga eisini tey villaru og kendu.
Mel C og manning hennara levaraðu eina konsert, ið var á topp støði, men sum kanska ikki ?rykti nakrar pelar upp?, tá talan var um at leggja eina konsertuppliving í geyma, men sum ein konsert, har góðskan var í hásæti, var hetta ein super uppliving.
Øll vóru sjálvsagt við, tá eykaløgini Never Be The Same Again og I Turn To You ljómaðu, og Melanie megnaði at koma um pallkantin.