Men hvar er tann nevin sum slær...

Jógvan Sundstein
----
Kanska er tað eitt sindur djarvt av mær at hava givið hesi greinini omanfyrinevnda heiti. Men orsøkin er, at millum jólagávurnar hjá mær í ár var bókin um Thorstein Petersen við hesum heiti. Bókina hevur Høgni Mohr skrivað, og er hon hansara cand. phil. ritgerð.
Greinin er ikki ætlað sum eitt beinleiðis bókaummæli, men heldur vil eg royna at koma við nøkrum hugleiðingum, sum eru nørdar av at lesa bókina. Fyrst vil eg takka Høgna fyri tað drúgva megnararbeiði, hann hevur lagt í at fáa greitt hetta vælaverk úr hondum. Sum hann sjálvur sigur í formælinum, so hevur Thorstein Petersen eftir hansara tykki verið forfjónaður í Føroya søgu, sjálvt um hann má sigast at vera ein tann fremsti og mest markanti føroyski politikarin higar til dags.
Thorstein varð føddur í 1899 og doyði í 1960. Hann gjørdist sostatt bert seksti ára gamal, men kortini setti hann sær djúp spor í føroyska samfelagnum. Aftaná sína útbúgving kom hann sum ungur juristur heimaftur til Føroya at arbeiða, og stutt aftaná var hann settur sum stjóri í tí nýstovnaða Sjóvinnubankanum. Hansara arbeiðsorka kom at liggja á tveimum økjum sum bankastjóri og sum politikari.
Av natúr var hann ágrýtin og sera samfelagsbevístur. Harafturat var hann bæði gløggur og væl útbúgvin, so tað var skjótt, at hann gjørdist ein, sum sást aftur millum teir, sum miðvíst arbeiddu fyri at at menna føroysku tjóðina, ikki minst vinnulívið. Hetta var í tríatiárunum, og djúpa búskapar- og fíggjarkreppan nívdi heimin. Ikki minst vóru bæði føroyska vinnulívið og samfelagið alt rakt av hesum. Thorstein gjørdist tí ein av oddamonnunum millum tey, sum tóku seg saman at seta nýggjan banka á stovn. Sjóvinnubankin gjørdi veruligan mun í føroyska samfelagnum næstan líka frá byrjan av.
Longu í 1936 stillaði Thorstein Petersen upp til Løgtingið fyri Vinnuflokkin, men bleiv ikki valdur. Tá fekk flokkurin 2 mans valdar. Men í 1940 stillaði hann uppaftur, hesu ferð fyri nýstovnaða Fólkaflokkin. Hann bleiv valdur og gjørdist skjótt næstformaður flokksins og tann, sum tey komandi árini kom at mynda flokkin mest. Tá Danmark varð hertikið í apríl av týskarunum og Føroyar av bretum var Thorstein sostatt tingmaður. Til hesin skilnaðurin hendi, høvdu Føroyar stórt sæð verið stýrdar úr Keypmannahavn. Løgtingið hevði havt lítla ávirkan á samfelagið. Men nú kom broyting í. Brádliga kom tingið í miðdepilin. Teir fólkavaldu fingu ábyrgd og skuldu til at taka týdningarmiklar avgerðir fólksins vegna. Tíverri stóð tingmanningin ikki saman um tað, sum skuldi verið heilt natúrligt, nevniliga at flyta allan avgerðarrætt heim til Føroya. Sjey tingmenn, Fólkaflokksmenninir og ein Sjáslvstýrismaður, vildu gera hetta, meðan 17, hinir Sjálvstýrismenninir, Sambandsmenninir og Javnaðarmenninir, ynsktu at varðveita valdið hjá danska amtmanninum. Hetta kom at merkja politiska arbeiðið og stríðið øll kríggsárini.
Sum tíðin gekk undir heimsbardaganum gjørdist tó greitt, at tá einki samband var við Keypmannahavn, kundi donsk politisk umsiting ikki beinleiðis praktiserast í Føroyum. Løgtingsmeirilutin (teir 17) gjørdi tí fyri stóran part samgongu við Hilbert, amtmann, um eina skipan, sum í minst møguligan mun broytti nakað uppá viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum. Støðan øll kríggsárini kom so at vera tann, at vit høvdu eina politiska meirilutasamgongu av Sambands-. Javnaðar- og Sjálvstýrisflokkinum sum parlamentariskt grundarlag undir Hilbert, amtmanni, sum útinnandi valdið og samstundis eitt slag av varakongi. Fólkaflokkurin kom sostatt at vera í andstøðu øll kríggsárini.
Men kortini fekk Fólkaflokkurin sín politiska elddóp undi hesum viðurskiftum. Jóannes bóndi var formaður flokksins og hann førdi ótroyttiliga fram sjálvstýrissjónarmiðini, meðan Thorstein Petersen í flestu førum var talsmaður flokksins í teim ymisku politisku málunum. Á hendan hátt fekk flokkurin kortini stóra ávirkan. Eitt týdningarmikið dømi um hetta var flaggmálið. Hilbert og Sambandsflokkurin vóru ímóti at geva Merkinum viðurkenning, meðan Fólkaflokkurin fekk Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin við til at samtykkja hesa viðurkenning. Fólkahugsanin tók eisini undir við hesum, og til seinast tóku bretska hersetingarvaldið og bretska stjórnin endaligu avgerðina um góðkenningina.
Fólkaflokkurin og serliga Thorstein Petersen komu at standa í andglettinum øll kríggsárini. Thorstein dugdi avbera væl at framføra síni sjónarmið bæði í blaðgreinum og ikki minst sum røðari. Á hendan hátt fekk hann rættiliga týðandi part av fólkinum við sær, men samstundis fekk hann eisini nógvar mótstøðumenn. Eitt var teir politisku mótstøðumenninir sum P.M.Dam, A. Samuelsen og Louis Zachariasen. Men mangan stóð harðasta stríðið millum Hilbert og Thorstein. Amtmaðurin gjørdist í veruleikanum ein snávingarsteinur fyri menningina av politisku skipanini í Føroyum undir krígnum. Høvdu meiriluta flokksformenninir ikki “hongt” seg so fastar í danska amtmannin hevði mangt helst kunna fari lagaligari fram í hesum tíðarskeiði, og útlitini fyri eini betri samráðingarloysn við donsku stjórnina aftaná heimsbardagan høvdu helst verið til staðar.
Sum sagt so fóru stórar broytingar fram í Føroyum undir krígnum. Landið “fungeraði” meira sjálvstøðugt, um politikarnir og amtmaðurin vildu tað ella ikki, tí sambandið við Danmark var slitið. Eisini mentist búskapurin stórliga hesi árini. Fólkahugburðurin var í heila tikið vorðin meira sjálvstýriskendur. Tað kom tí ikki uppá tal aftaná kríggið at fara aftur til gomlu amtsstøðuna, sjálvt um sambandsflokkurin hevði hetta sum útgangsstøði.
Sum øll vita endaðu samráðingarnar millum føroysku politikarnar og donsku stjórnina um Føroya lands stýrisskipan í fyrsta umfari við, at fólkaatkvøða varð ásett at verða 14. September 1946. Atkvøðast skuldi um stýrisskipanaruppskot frá stjórnini ella loysing. Sum øll vita fall stjórnaruppskotið og loysingin fekk meiriluta, sjálvt um hann var tepur.
Undir hesum valstríðnum fekk Thorstein mangar ákoyringar fyri ikki at vera nóg loysingarsinnaður. Ì hesari støðuni var tað tó kortini fyri hann tað mest avgerandi, at stjórnaruppskotið ikki varð samtykt, tí tað metti hann sum eitt stórt afturstig fyri Føroyar, eisini sæð í mun til tann framburð landinum hevði verið fyri undir krígnum. Fyri hann var mest avgerandi, at vit fingu sjálvstýri við egnari grundlóg og ikki vóru undirløgd eini danskari grundlóg, sum føroyingar ongatíð (og framvegis ikki) høvdu givið seg undir. Sum tann víðskygdi persónur hann var, kom hann at nýta orð ella fyribrigdi sum Realunión og Personalunión, tað vil siga at tvey sjálvbstøðug lond ella statir kundu vera í ávísum felagsskapi saman. Mong vóru, sum ikki skiltu hetta og varð hann fyri ein part kritiseraður fyri hesi sjónarmið. Men mangt umbroytist, sum tíðin líður. Stríði um føroyskt sjálvstýri hevur hildið fram, og hóast alt hevur spakuliga gingið framá, tó við ávísum afturstigum. Eitt av afturstigunum hevur verið hugtakið “Rigsfællesskabet”. Hetta skal legalisera, at Danmark og Føroyar (og Grønland) eru ein eind ríkisrættarliga. Tó eru vit nøkur sum meina, at hetta er tað sum danir nevna “en tilsnigelse”. Hinvegin eru vit fleiri, sum halda at hugtakið hjá Thorsteini um eina unión átti at veri legaliserað skjótast gjørligt. Tað skuldi eisini veri møguligt, tí nú hava nøvnini hjá Thorsteini fingið eitt annað heiti, nú eitur tað ikki realunión ella personalunión, men “Ríkjafelagskapur”. Men innihaldið er tað sama. Tað eru tvey sjálvstøðug ríki, sum gera ein felags sáttmála. Og nú eru vit eisini komin so langt, at sjálvt tann flokkur, sum í 1946 hevði tað primeru støðu, at vit framhaldandi skuldu vera eitt amt, nú hevur ein formann, sum í síni seinastu almennu ólavssøkurøðu mælir til hesa langtíðarloysnina við Føroyum sum sjálvstøðugt ríki í ávísum samarbeiði við tað sjálvstøðuga ríkið Danmark. Við arbeiðinum um nýggja føroyska stjórnarskipanarlóg, sum liggur í tinginum, er nakað at taka fatur í, og fáa eina semju millum allar flokkar og síðani við Danmark um ein Ríkjafelagsskap.
Thorstein gjørdist ikki gamal maður. Men seinastu árini fekk hann eina harða lagnu. Í Sjóvinnubankamálinum fekk hann eina sak ímóti sær, og var í undirrættinum dømdur 4 mánaðar fongsul og í landsrættinum 8 mánaðar. Men til alla lukku slapp hann í hægsta rætt við sakini, tá vórðu fyrru dómarnir tileinkisgjørdir. Hann varð fríkendur í øllum høvuðsákærum og fekk bert 40 dagar fyri onkrar smálutir. Ikki var tað frítt fyri, at fyrru dómarnir kendust at hava ein farra av politikki yvir sær. Eisini merktist ein ávís politisk støðutakan í Fólkatinginum, tá hann í tíðarskeiðinum millum teir 8 mánaðarnar og teir 40 dagarnar varð valdur til fólkatingsmann við stórum atkvøðutali. Aftaná næstan fríkenningina við hægsta rætt noktaði Fólkatingið kortini at góðkenna valbrævið hjá honum. Hetta hóast hann hevði fingið veljaranna avgjørda stuðul.
Aftaná seinasta dómin hevði Thorstein óiva ætlanir um nýtt vinnuvirksemi og kanska eisini politiskt virksemi. Men so skuldi ikki verða. Hann kom út fyri einum óhappi og fekk so meinan skaða, at hann vann ikki heilsuna aftur og doyði bert 60 ára gamal í 1960.
Persónliga kendi eg Torstein nakað. Í 1949 fekk eg starv sum lærlingur í Sjóvinnubankanum og starvaðist har í 3 buldraslig ár. Serliga tað seinasta árið var heldur rokut. Tvey tey fyrru árini var Thorstein enn stjóri, til hann í 1951 fór í landsstýrið. Tá komu vit at kennast, sjálvt um ein nýbyrjaður lærlingur sjálvandi ikki hevur tað tættasta samskifti við høvuðsstjóran. Eitt annað, eg minnist um hann, var eina ferð vit komu at ferðast saman við Tjaldrinum, tað man hava verið um leið 1957. Tað var í øllum førum millum 2. og 3. dómin. Hann vitsti í øllum førum tá, at hann slapp til hægsta rætt. Hann fortaldi mær tá, at nú skuldi hann bara hava rættarsakina frá hondini, so ætlaði hann sær undir nýtt virksemi innan farmaskipavinnu. Tað náddi hann tó tíverri ikki.
Sum eitt kuriosum skal eg líka nevna eina hending, har Thorstein kom at hava týdning fyri mítt politiska lív.Tað var undir valstríðnum í samband við løgtingsvalið í 1974. Eg var uppstillaður í Eysturoynni tá, og í tí valdøminum vóru 4 valdømisvaldir tingmenn. Stríðið hjá mær stóð við 2. mannin hjá Sambandsflokkinum um 4. mandatið. Valevnið hjá Sambandsflokkinum hevði tí nøkur hørð álop á meg á ymiskum fundum. Men á fundinum á Glyvrum kom hesin við hørðum álopin á Fólkaflokkin, men ikki bara tað, serliga leyp hann á Thorstein Petersen, sum tá hevði verið deyður í mong ár. Hetta gav mær høvi til eitt hvast aftursvar og eg gav honum av grovfílini fyri ikki at kenna sær hógv og lata deyðar menn fáa frið. Samstundis gav tað mær høvi at rósa Thorsteini Petersen fyri hansara politiska virksemi. Eg minnist enn, at í hesum førinum fekk eg allan salin við mær. Tá ið atkvøðurnar vórðu upptaldar valkvøldið sat eg sum viðmerkjari í Útvarpinum saman við m.a. Ólavi Michelsen. Sum tølini komu inn vísti tað seg, at okkara atkvøðutøl vóru heldur tepur, og tað stóð á gomlum nøglum. Men tað seinasta úrslitið kom av Glyvrum. Har fekk Fólkaflokkurin 100 atkvøður, og tað var stór framgongd. Hetta gjørdi, at vit fingu mannin. Tá úrslitið av Glyvrum kom brast úr Ólavi Michelsen: “Jógvan, nú vart tú bjargaður av Thorsteini Petersen,”
Hendan greinin, sum kanska er eitt sindur sjáldsom, hon hevur fingið íblástur av at hava lisið bókina hjá Høgna Mohr. Sum fyrrverandi formaður í Fólkaflokkinum fær tað meg at hugleiða um søgu og tilveru flokksins hesi skjótt mongu ár, síðani Jóannes bóndi og Thorstein Petersen saman við nógvum øðrum góðum fólki stovnaðu flokkin og byrjaðu arbeiði fyri einum frælsum og liviligum Føroyum. Tað hava verið upp- og niðurgongutíðir í Føroyum. Tað hava eisini verið upp- og niðurgongutíðir hjá Fólkaflokkinum. Men enn stendur flokkurin stinnur. Tað er ikki dagur, at flokkurin ikki verður álopin í bløðum, kringvarpi, portalum o.s.f. Og tað er gott tekin. Serliga tá ein hugsar um, hvussu vánaliga undirbygt tey flestu álopini eru. Ikki minst tey ófantaligu illsinnisglepsini í teim ymisku viðmerkingunum á elektronisku miðlunum.
Til løgtings- og landsstýrisfólk flokksins: Haldi á við tykkara arbeiði, tit eru á góðari leið.
-----
Jógvan Sundstein