?Men hvar var Bogi Berg?

Lagnudagin 11/9 kl 21 var rokkkonsert í Gøtu

Ummæli


Tað var sum ikki eina ferð tónleikasamtakið, Grót, sum stóð aftan fyri tiltakið við bólkunum 48 pages, Zink og Róp.
Hóast konsertin ikki var so nógv lýst frammanundan, var fitt av fólki komið í reyðu húsini, sum tíbetur standa eitt sinddur fyri seg sjálv, soleiðis at til ber at larma.
Og sigast kann beinanvegin, at ljóð-støðið var í tí harðara endanum av skalanum. Við hvørt kanska eitt sindur ov hart, tí hølini hóskia seg nokk ikki til allar teir øru frekvensarnar úr Havn.
Konsertin byrjaði við 48 Pages, sum hava ment seg nógv, eftir at teir hava verið í Íslandi, har teir fingu sera góða móttøku og eisini góð ummæli.
Teir spældu teirra egnu løg og eisini okkurt coverlag av egnum løgum (hvussu tað so skal skiljast).
Men teir vóru góðir, vælupplagdir, sjálvt um tað tóktist, sum frástøðan til gløggu lurtarafjøldina í Gøtu kendist eitt sindur stór.
Hølini eru eitt sindur merkilig, tí tað er býtt upp soleiðis, at á gólvinum kann man liggja (tað sær út sum at tað ikki er cool at dansa ella flippa út á gólvinum í Føroyum). Har lógu so nøkur og slongdust, meðan restin, tey flestu, sótu uppi á ovara gólvinum og fylgdi við tónleikinum. Vóru kanska eitt sindur sein í tí, men komu tó við sum frá leið.
48 pages endaðu eitt gott sett við eini føroyskari útgávu av teirra absolut størsta hitti Me And My Boyfriend.
Eg veit ikki, men eg haldi, at enska útgávan er betri enn føroyska. Og líka mikið hvussu ofta tú roynir, so fært tú ikki bygdafólk til at syngja við upp á »Eg og mín sjaikur«.
Síðani komu Zink og settu streymin á heila lortið. Alt fekk eitt annað flog.
 
Einastandandi
Frá tí eitt sindur tunga 48 pages til lættari men sanniliga ikki minni larmandi punkpoppin hjá Zink.
Eg velji at síggja manglandi dansin og flipparíið sum tað, at áhoyrara-fjøldin var so hugtikin av hesum, at tey gloymdu at flippa út. Kanska flippaðu tey inneftir ístaðin?
Zink spældu eitt so gott sett, at eg eri um reppið at halda teir vera suverent nr 1 á dagsins føroyska rokkpalli.
Serliga eru tað tey nýggjaru løgini sum bróta frá inspiratiónunum Blink og Green Day, sum fáa Zink upp á eitt støði, har teir hava verið ávegis í fleiri ár. Men sigast kann, at seinasta árið hevur verið so nógv tað besta hjá teimum. Og settið leygarkvøldið 9/11 í Gøtu var so nógv tað besta eg higartil havi hoyrt Zink. Eitt vælupplagt, vælspælandi og orkufullt sett. So hevði eg havt stjørnur at býta út, so høvdu teir fingið fult stigatal.
At enda kom Róp. Eg visti ikki ordiliga, hvørjum eg skuldi rokna við. Eg visti, at teir larma, og teir larma illa.
 
Hart róp
Millum Zink og Róp var ein heldur langur steðgur, har fólk kundu strekkja beinini, fara út um og fáa sær fríska luft og hvíla oyruni.
Róp byrjaðu. Og tað var ræðuliga hart. Lágt stemmaðir guitarar, so teir vóru við at fara niður gjøgnum gólvið.
Fyrsta lagið var ótrúliga gott. Eitt øgiligt drive sum fekk sjálvt meg sum einasta mann á gólvinum at nikka. Tað var eitt sera orkumikið lag, sum tíverri eisini gjørdi ein enda á stórtrummunum, soleiðis at teir máttu renna land og ríkið runnt fyri at finna eina nýggja trummu.
Tá hon var funin, var eg ávegis avstað. Kanska eitt sindur órímuligt men...
Eftir hesum eina lagnum at døma so vóni eg, at restin av konsertini var góð.
Eg veit, at eg gleði meg til at hoyra teir aftur.
Sigast kann tó um henda ógvuliga tunga tónleikin, at viðhvørt so haldi eg hann vera eitt sindur foroldaðan, og eg ivist í, hvar øll øðin, sum skal til fyri at fáa lortið at svinga, blívur av.
Eitt nokso festligt innslag í konsertini var, at Spren Rex veitti eitt slag av tónlistarligari ulandshjálp við at forera fløguna Ampaljóð (tey flestu í Losjuni høvdu ikki ognað sær hana áður).
Sigast kann um konsertina, at eitt manglaði. Vit hava javnan verið í Eysturoy og leita eftir Boga Berg, men hava ikki funnið hann enn. Soleiðis var eisini hetta kvøldið. Bogi Berg er horvin, og um nakar veit at siga frá, hvar hann kann vera, so sigi endiliga frá.