Talan er um ein annan nýggjan mann á Fólkaflokslistanum, hoyvíkingin Kristian Martin Skála, sum býr á Argjum, og sum á valinum týsdagin gjørdist nummar trý á fólkaflokslistanum.
Í býráðnum, sum nú situr, og sum varð valt í 2016, eru 8 kvinnur og fimm menn. Í nýggja býráðnum er kynsbýtið eitt sindur javnari, tó at kvinnurnar framvegis eru í meiriluta. Tær eru 7 og menninir 6.
Tað er fáur politikari, sum hevur verið so greiður á máli um, at politikarar ikki skulu sita í fleiri sessum, sum Annika Olsen. Tí er hugsandi, at hon annaðhvørt velur býráðssessin ella løgtingssessin.
Sum býráðslimur í andstøðu hevur tú lítla og onga ávirkan, tú fært ongan nevndarformansses og heldur ikki onnur »bein at gnaga«, sum geva pengar. Tú kanst ikki liva av at vera vanligur býráðslimur í Havn.
Men Annika Olsen hevur rætt til 10. tingsessin á listanum hjá Fólkaflokkinum. Flokkurin hevur átta tingfólk, men trý teirra hava farloyvi, tí tey eru í landsstýrinum. So um Annika Olsen tekur sæti á tingi, so rýkur Jóhan Eli Lyngvej Poulsen í Sandvík úr tinginum. Føstu varafólkini verður síðani Heðin Zachariasen (nr. 9), Annika Olsen, (nr. 10) og Brandur Sandoy (nr. 11).
Vit hava roynt fingið fatur á Anniku Olsen at frætta, um hon fer at taka av tingsessinum, og um hon fer at leggja býráðssessin frá sær. Hon hon hevur ikki svarað okkum.
Men fyri fýra árum síðani gjørdi hon púra greitt, at hon fór ikki at røkja báðar sessirnar, og tá hon varð vald á ting fyrstu ferð í 2008, var hon eisini býráðslimur. Tá legði hon býráðssessin frá sær alt fyri eitt.
Tá hon hevði tikið við sum borgarstjóri í januar 2017, hevði Sosialurin eitt portrett av henni:
»Hóast tað eru níggju ár síðan, at Annika Olsen seinast fekk valið at røkja bæði ein løgtings- og býráðssess samstundis, so er einki broytt. Borgarstjórin er avgjørd um, at býráðslimir ikki skulu røkja báðar sessir.
– Tað hevur verið mín hugsan í fleiri ár, og havi eg fleiri ferðir gjørt vart við tað. So næstu ferð løgtingið savnast verður tað uttan Anniku Olsen. Eg sigi farvæl nú, eg taki við sum borgarstjóri, sigur Annika Olsen.
Tað er tó við eitt sindur av sorgblídni, at borgarstjórin á hesum sinni takkar fyri seg í landspolitikki.
– Hetta hevur ikki verið ein løtt avgerð, tí eg havi verið ómetaliga glað fyri at sita á Løgtingi. Men tað er týdningarmikið, at man er trúgvur móti tí, ið man hevur lovað borgarunum áðrenn valið. Tað inniber, at eg ikki kann røkja báðar sessirnar, sigur Annika Olsen«.
So hevur Annika Olsen ikki skift støðu, so gita vit, at hon velur løgtingssessin fram um býráðssessin. Harvið fáa menninir aftur meirilutan í Tórshavnar kommunu, og kvinnuumboðanin á tingi batnar frá 9 til 10 kvinnur.