- Vit eiga at fáa hægri útbúgvingar á altjóða støði, og tí má enska málið styrkjast í føroyska fólkaskúlanum, sigur Heidi Petersen.
Við skúlaársbyrjan í ár fingu næmingarnir í fjórða flokki á fyrsta sinni enskt í fólkaskúlanum. Tveir tímar um vikuna hetta skúlaárið.
Fyri stuttum varð ein kanning almannakunngjørd, har føroysku fólkaskúlanæmingarnir lógu fremst, tá ið ráddi um at skilja enskt. Men sambært Heidi Petersen vóru úrslitini í mállæru og skriving ikki eins góð. Tí heldur hon, at tað hevur týdning at læra børnini enskt fyrr.
- Framtíðin er ikki Danmark, og hartil eru fleiri av útbúgvingunum í Danmark á enskum, tá ein fer undir hægri lestur. Tí fær okkara lesandi ungdómur brúk fyri at duga ensk flótandi, sigur Heidi Petersen og leggur afturat, at hetta ikki skal skiljast sum, at danska undirvísingin skal fyri borðið, fyri tað um størri dentur verður lagdur á tað enska.
- Vit eiga eisini at hava ein føroyskan fólkaskúla við sterkum føroyskum samleika, har undirvíst verður í føroyskum máli og mentan, føroyskari søgu og landalæru, føroyskari lívfrøði ja, alt sum er við til at evna okkara føroyska samleika. Tí fólkaskúlin er grundarlagið, sigur Heidi Petersen.
Tóm orð
Framsøgukvinnan hjá Tjóðveldisflokkinum rósti Jóannesi Eidesgaard, løgmanni, fyri røðuna á Ólavsøku, har hann tosaði um Visjón 2015. Heidi er fólkaskúlalærari, og skúlaverkið er eitt av hennara hjartamálum. Hon var vælnøgd við málini, sum samgongan hevur stungið út í kortið viðvíkjandi útbúgvingarskipanini í Føroyum. Men hon var vónbrotin, tá hon sá fíggjarlógaruppskotið, sum í hesum døgum er til viðgerðar í tinginum. Har er ongin økt játtan til skúlaverkið.
- Tølini tala fyri seg. Játtanin er stórt sæð tann sama, og tað tulki eg sum, at samgongan hevur onki at hava hatta í, slær Heidi Petersen fast.
Ein depil fleiri skúlar
Heidi Petersen tekur undir við hugskotinum um skúladeplar, sum tann, ið verður bygdur við Marknagilsvegin í høvuðsstaðnum. Men harvið er ikki sagt, at allir skúlarnir skulu verða savnaðir á einum og sama staði, heldur hon.
- Tað kann saktans vera ein depil, fyri tað um skúlarnir fysiskt ikki liggja á sama stað, heldur framsøgukvinnan hjá størsta andstøðuflokkinum fyri.
Hon nevnir sum dømi, at fiskivinnuskúlin í Vestmanna kann hoyra inn undir skúladepilin í Marknagili, fyri tað um hann liggur í Vestmanna, at HF-skeiðið í Klaksvík kann hoyra inn undir ein depil í Eysturoynni og so framvegis.
- Eg haldi, at tað er tíð uppá, at føroysku politikkararnir seta seg niður at tosa um innihaldið í føroysku útbúgvingarskipanini. Síðani kunnu byggingarnar fara fram, sigur Heidi Petersen, framsøgukvinna Tjóðveldisfloksins, sum sjálv sigur seg vera sinnaða at kjakast um júst innihaldið í miðnámsskúlaútbúgvingini í Føroyum.