Mennandi samstarv í útnorði

Føroyar, Ísland og Grønland hava undirskrivað nýggjan sáttmála um ferðavinnusamstarv í Útnorðri. Hetta er tann sonevndi NATA-sáttmálin. Tað serliga nýggja í hesum sáttmála er, at tað ber til hjá ungdómum at søkja um ferðastuðul, har endamálið er at fáa kunnleika um hini londini í útnorði og knýta sambond.

- NATA-sáttmálin hevur virkað í fýra ár, og tíðin var komin at dagføra hann. Fyri meg hevur tað stóran týdning, at tað hevur eydnast at fáa við í sáttmálan, at minst fjórðingurin av samlaða stuðlinum, sum NATA letur, skal fara til millumlanda samstarv. Nú kunnu eitt nú skúlaflokkar, tónleikaflokkar og ítróttarfeløg, sum ferðast millum londini, fáa stuðul, sigur uttanríkisráðharrin, Jørgen Niclasen.

NATA-nevndin ger nærri ásetingar um treytirnar fyri at fáa stuðul til millumlanda samstarv.

Av øðrum broytingum í sáttmálanum kann nevnast, at størri dentur verður lagdur á at samskipa arbeiðið innan marknaðarføring av teimum trimum londunum, menning av felags góðskuskipanum og førleikamenning í ferðavinnuni.

Ferðavinnuráðharrarnir í útnorði eru eisini samdir um at seta skrivara í starv hálva tíð, sum skal taka sær av dagliga virkseminum hjá NATA.

Myndin av Jørgeni Niclasen og Súsannu Sørensen er tikin í Keypmannahavn, tá Travel Mart varð hildin í danska høvuðsstaðnum í fjør heyst.

Tá var tað Grønland, ið stóð sum vertur fyri ferðavinnustevnuni.