Menning av vinarbýarsamstarvinum

Vit hava havt eitt gott vinarbýarsamstarv millum Reykjavík og Tórshavn, og í hesum døgum vilja vit gjarna menna tað, m.a. við at vísa á, hvat vit hava at bjóða fram, sigur Ingibjørg Solrun Gisladottir, borgarstjórin í Reykjavík

Vinarbýarsamstarvið Tórshavn hevur við Reykjavík verður ment í hesum døgum. Íslendski filmurin Agnes við hálvføroyska leikaranum, Mariu Ellingsgaard varð sýndur fram fyrr í vikuni. Eitt íslendskt jazz-orkester hevur spælt og skal eisini spæla í kvøld í Café Natúr. Sølustevnan TórRek er í hesum døgum í Badmintonhøllini, har íslendskar fyritøkur bjóða fram vørur og tænastur. Eisini býráðssambandið millum býirnar verður styrkt.


Samstarv í Norðuratlantshavi

Ingibjørg Solrun Gisladottir hevur verið í Føroyum nakrar ferðir áður. Fyrstu ferð var í 1974, men tað hava veri góð 10 ár millum. Hon vónar tó ikki, tað verður so leingi, til hon kemur aftur næstu ferð.

- Vit hava gjørt avtalu um eitt størri samstarv, og eg vanti tað eisini fer at geva eitt gott úrslit, sigur Ingibjørg.

- Vit hava eisini havt eitt samstarv við Nuuk, har vit skipaðu fyri einum líknandi tiltaki sum tí, ið er í Batmintonhøllini hetta vikuskifti. Tað eydnaðist sera væl.

- Eg vóni, at vit, londini í Norðuratlantshavi, nú kunnu hava eitt gott samstarv, og at vit kunnu vera við til at menna og styrkja hvønn annan, sigur borgarstjórin í Íslandi.


Størri samstarv

? Vit vóru nøkur umboð fyri Tórshavnar býráð, sum vóru í Reykjavík í oktober. Tá var ein avtala gjørd um at menna samstarvið býirnar ímillum, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn.

? Samstarvið var serliga á trimum økjum. Á mentunarliga, skúla og ítróttarliga økinum.

- Men eisini vinnilívið og samhandilin landanna millum skuldi vaksa og sølustevnan, TórRek er eitt beinleiðis úrslit av hesum samstarvinum.


Føroyingar bjóða seg fram

? Tað eru íslendingar, ið hava tikið stig til og fyriskipað hesa sølustevnuna. Teir hava nú gloppað dyrnar fyri føroyingum til tann íslendska marknaði. Ætlanin er eisini at vit føroyingar kunna taka stig til eitt líknandi tiltak í Íslandi, har vit kunnu bjóða okkara vørur og tænastur fram, sigur Leivur Hansen.

? Hugskotið við einum RekTór ?99, hevði tað ikki ljóðað spennandi, spyr Torgeir Pállsson, ið er samskipari av sølustevnuni TórRek.