Menningarkvotur: - Slái manngarð um Havnina beinan vegin

Ungfólk, aktørar og onnur, bjóði tykkum nú fram, sigur Heðin Mortensen, tingmaður og býrðaslimur

Stóra kjakevnið á Tingsins røðarapalli í allan dag hevur verið brotið í uppskotinum um sjófeingi, sum snýr seg um menningarkvotur. Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og býráðslimur í Havn, dylur ikki fyri, at hann er glaður um, at Suðurstreymoy er nevnt í uppskotinum um sjófeingi undir greinini um menningarkvotur. Tí í kvøld skrivar hann á Facebook og heitir á ung fólk og aktørar annars um at bjóða seg fram og sláa manngarð um Havnina. 

Hann skrivar, at í sambandi við uppskotið um sjófenigi stendur í § 60 um menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum økjum í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið á hesum økjum er stórt.

 

- Beinleiðis økir eru nevnd í uppskotinum, og er Suðurstreym eitt av hesum økjum, sum skulu mennast og geva møguleikar fyri hesum fiskavirksemi. Persónliga vil eg hava virksemi á vestaru bryggju aftur beinanvegin, Bacalao, skrivar Heðin Mortensen í kvøld. 

 


- Hetta letur seg gera nú, so ungfólk, aktørar og onnur, bjóðið tykkum fram og latið okkum sláa ring um Havnina og menna vestaru bryggju aftur til stórt virksemi. Hetta skal bert verða byrjanin til nakað størri her í Havn, skrivar Heðin Mortensen.