FRAMTÍÐARSTRATEGI Fólkafloksins við lægri lønum fer sambært teimum sjálvum at føra til, at Føroyar gerast ein kraftdepil, ið fer at skara framúr í mun til grannalond okkara. Hettar minnir nógv um argumentatiónina, tá FAS skipanin bleiv innførd. Tað var næstan ikki mark fyri hvussu nógv skip fóru at verða flaggað inn í føroyska farmaskipaflotan. Vit vita øll í dag, at so varð ikki.
KAPPINGARFØRIÐ verður so nógv betri, at Føroyar fer at menna seg sum ein fyrimynd uttan líka, til stóra øvund í grannalondum okkara, um bara lønirnar fara niður. Hetta er boðskapur Fólkafloksins, ið byggir á eitt heldur leyst fundament og er helst eisini úrslit av einari undirlutakenslu yvirfyri norðurlendska búskaparmodellinum, ið hevur tryggjað norðurlondum eitt tað hægsta livistøðið í heiminum.
LØNIRNAR eru bert týdingarmilkar, um talan er um vinnur ið eru arbeiðskraftintensivar. Arbeiðskraftintensivar vinnur eru vinnur, ið oftast eru í menningarlondum, har tað er ivaleyst av arbeiðskraft og lítið av pengum. Her um okkara leiðir eru summi sløg av handverki dømi um arbeiðskraftintesivar vinnur, har arbeiðslønin er ein stórur partur av framleiðslukostnaðinum. Framkomin framleiðsla er vanliga kapitalintensiv. Hettar er nútímans verksmiðjuframleiðsla og framleiðsla innan eitt nú KT-vinnuna, ið er ógvuliga aktuelt í løtuni. Kapitalkostnaðurin er ein stórur partur av framleiðslukostnaðinum í eini slíkari vinnu.
VELJA føroyingar at stara seg blindar uppá lønir heldur enn at gerast dugnaligari enn aðrir og økja produktivitetin, so enda vit í eini støðu, har vit einans kappast uppá lønir eins og menningarlondini. Ein slík støða hevði verið tann reini undirgangur fyri eitt samfelag við lítlum fólkatali og høgum flutningskostnaðum í mun til framleiðsluvirðið. Vit høvdu komið at kappast við barnaarbeiðarar í Indien um at seyma fótbóltar og við kinesiskar samvitskufangar um at smelta gummiskógvar ? ein kapping, vit aldrin høvdu megnað at vunnið.
FØROYINGAR eiga at betra um kappingarførið við at gerast snildari og effektivari. Lønarniðurskurðir tæna bert sum sovipútur hjá vinnulívinum í Føroyum, ið longu sum er, rindar betýðiligt minni pr arbeiðstíma enn í flestu grannalondum okkara. Nú er tað soleiðis, at sovipútur til vinnulívið er ein ?fólkafloksspecialitetur?, men kanska tað hjálpir at vísa teimum á eina vinnu, ið teirra egni landstýrismaður í vinnumálum hevur víst á, nevniliga KT-vinnnuna. Teir, ið kanska eru ein tann størsta fyrimyndin innan KT, nevniliga Microsoft felagið, ið uppfann Windows forritini, rinda sera høgar lønir, tí teir hava megnað at gjørt eina góða vøru og kappast uppá góðsku og uppfinsemi, heldur enn lønir.
AVBJÓÐINGARNAR hjá okkum her í Føroyum liggja í góðsku og produktiviteti, og ikki í lønarkapping við menningarlond, soleiðis sum Fólkaflokkurin skjýtur upp.