Samráðingarumboðini hjá menningarlondunum eru rýmd úr Bella Centrinum í Keypmannahavn, tí tey eru misnøgd við samráðingarháttin hjá teimum ríku londunum. Fyrst visti DR at siga, at umboð fyri tey afrikonsku londini vóru farin úr samráðingarhølinum, og seinni visti TV2 at siga, at øll menningarlondini hava tikið síni umboð úr samráðingunum.
Sambært DR kæra menningarlondini seg um, at tey fáa alt ov mong krøv frá teimum ríku londunum, sum hinvegin ikki vilja rinda fyri krøvini.
Lumumba Stanislaus Di-Aping, sum hevur verið samráðingarleiðari hjá 134 menningarlondum, hevur fleiri ferðir mótmælt framferðini hjá teimum ríku londunum og vertslandinum Danmark.