Í Eikliguni hjá monnum mátti SÍ í dag lúta á heimavølli fyri Mjølnir, ið vann 3-2 í einum dysti, har liðini skiftust um at vinna settini. Í hinum mansdystinum, sum var fríggjakvøldið, vann Fleyr 3-0 á greipuvinnarunum úr ÍF, ið tykjast nógv viknaðir.
Eisini hjá kvinnunum var toppdystur, men hann gjørdist ikki so spennandi, sum væntast kundi frammanundan, tí SÍ vann greitt 3-0. Eisini Dráttur vann 3-0 á ÍF, meðan Fleyr á útivølli vann 3-1 á TB. Enn er misjavnt, hvussu nógvar dystir, liðini hava spælt, men framvegis eiga TB, KÍF og ÍF fyrstu stigini á.
Eikligan, kvinnur:
SÍ-Mjølnir 3-0 (25-17, 26-24, 25-18)
Dráttur-ÍF 3-0 (25-20, 25-17, 25-15)
TB-Fleyr 1-3 (21-25, 20-25, 25-18, 21-25)
Støðan: SÍ 6, Dráttur 4, Fleyr 4, Mjølnir 2, TB 0, KÍF 0, ÍF 0
Eikligan, menn:
SÍ-Mjølnir 2-3 (9-25, 25-14, 17-25, 25-18, 15-17)
Fleyr-ÍF 3-0 (25-22, 25-22, 28-26)
Støðan: Mjølnir 6, SÍ 4, Fleyr 2, ÍF 0