Føroyingaliðið í bestu norsku fótbóltsdeildini hevði torføran dyst á heimavølli í fyrsta umfarinum hetta kappingarárið.
Verandi meistararnir, Bodø/Glimt vóru á vitjan í Fredrikstad í dag, og teir vóru favorittar til at vinna dystin.
Bodø/Glimt vann dystin 2-0.
Fredrikstad helt málið reint í fyrra hálvleiki, men tá bert tveir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki legði Fredrik Bjørkan Bodø/Glimt á odda 1-0.
Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson komu á vøllin fyri Fredrikstad tá 66 minuttir vóru leiktir, og bert fýra minuttir seinni staðfesti August Mikkelsen sigurin hjá Bodø/Glimt.
Bodø/Glimt hevði 13 málroyndir, fimm av teimum vóru innanfyri málrammurnar. Fredrikstad hevði fimm málroyndir, tvær av teimum vóru innanfyri málrammurnar. Bodø/Glimt hevði bóltin 68 prosent av tíðini.
Í fyrra hálvleiki fekk Mikkjal - sum myndin sýnir - eitt gult kort fyri at mótmæla.
Fredrikstad hevur aftur torføran dyst á skránni aftur komandi sunnudag móti einum øðrum toppliði. Tá er talan um dyst móti gamla liðnum hjá Gilla Rólantssyni, Brann Bergen á útivølli.