Um fýra vikur spælir liðið Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad fyrsta dystin í bestu norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið. Tá kemur toppliðið, Bodø/Glimt á vitjan.
Í dag spældi Fredrikstad venjingardyst á torførum útivølli móti Viking Stavanger, ið endaði fjórðovast í bestu norsku deildini í fjør.
Tað eydnaðist Fredrikstad uttan nakran føroying á liðnum at sleppa heimaftur til Eysturland Noregs við einum 1-1 javnleiki.
Viking legði seg á odda tá 25 minuttir vóru leiktir av dystinum. Oscar Aga javnaði fyri Fredrikstad tá klokkan vísti 60 minuttir.
Komandi fríggjadag spælir Fredrikstad venjingardyst á heimavølli móti Sandefjord.