Herfyri hevði aðalstjórnin í IGA fund í Hebridunum, og har var ein umsókn frá Menorca um limaskap í IGA viðgjørd, og aðalstjórnin tóktist sinnað at ganga umsóknini á møti.
Síðsti limurin
Menorca er ein kend frítíðaroyggj, og er nærmasti granni hjá navnframa frítíðarparadísinum Mallorca, sum flestøll kenna.
Tá ið IGA hevur sín aðalfund í sambandi við oyggjaleikirnar í Hetlandi í summar, verður endalig støða tikið til, um Menorca skal innlimast í IGA.
Um so er, at Menorca verður innlimað í oyggjaleikafelagsskapin, so er spanska oyggin samstundis seinasta oyggjasamfelagið, ið verður innlimað í IGA. Tað er nevnliga so, at ein samtykt hjá IGA sigur, at tað í mesta lagi er rúm fyri 25 limum í IGA, og Menorca verður limur nummar 25, um oyggin verður innlimað.
Hetta var samtykt fyri at avmarka leikirnar, tí um so er, at limatalið verður óavmarkað, fer luttakaratalið eisini at vaksa óavmarkað, og tað hevði havt við sær, at færri og færri av oyggjasamfeløgunum høvdu havt møguleika fyri at verið vertir fyri leikunum.